Linda kemur kortini

Hóast ringa veðri, so staðfestir Atlantsflog nú, at flogfarið við Lindu Andrews kemur til Føroya í kvøld Ringu líkindini hava verið orsøk til, at flogfarið við Lindu Andrews mátti lenda í Bergen fyri løtu síðani.

 

Nú frættist frá Atlantsflog, at flogfarið við Lindu Andrews kortini kemur til Føroya.

 

Jonhard Hammer, stjóri í Rás2 sigur, at almenna móttøkan við Lindu Andrews verður í SMS Kl. 20.30 í kvøld.

 

Og flogfarið hjá Lindu Andrews lendur kl. 19.15