Neistin ? KÍF
28-22 (14-13)
Undan dystinum sunnudagin, vóru flest øll á einum máli um, at talan fór bert at vera um ein avgreiðsluspurning fyri neistaliðið. Vandi er tó í hvørjari vælferð, og líkt var til, at bláklæddu neistaleikararnir høvdu sama hugburð sum áskoðararnir, nevnliga at hesin dystur bert var nakað, sum skuldi fáast frá hondini.
Ikki vaknaðir
Kollfirðingarnir vóru hinvegin ikki sinnaðir at sleppa vónunum um at fáa nøkur stig við heim aftur, og fóru teir tískil við góðum treysti undir uppgávuna.
Byrjanin av dystinum var eisini jøvn, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna. Kollfirðingar stríddust tað teir vóru mentir, meðan neistaliðið hinvegin ikki tóktist vera vaknað.
Hóast leikur gekk javnt á, so var talan um somikið óskipað spæl, at tað dysturin ongantíð fekk rættuliga fatur í áskoðarafjøldini. Undantøkini vóru, tá nøkur av viðhaldsfólkunum hjá Neistanum við rystandi heysum deildu inn á sínar menn, orsakað av vánaligu avrikum teirra.
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin tóku dómararnir so eina avgerð, sum brádliga fekk øði í áskoðarafjøldina. Eftir at neistaverjan hevði fingið fatur á einum KÍF álopið, fekk Áki Olsen byrjað eitt mótálop. Eftir at Áki hevði tveitt bóltin fram eftir varð áfast millum hann og Vagn, og endin varð at Áki syfti Vagn í gólvið. Dómararnir sóu ivaleyst ikki, at Vagnur fyrst hevði hildið Áka, og gjørdu tí av at geva Áka reyða kortið, meðan Vagnur slapp snikkaleysur undan hendingini.
Tað skal tó leggjast afturat, at reyða kortið til Áka var púra rætt, men eftir røttum átti Vagnur at fingið einar tveir minuttir á beinkinum, og var tað ivaleyst hetta, sum viðhaldsfólkini hjá Neistanum ilskaðust um, tá tey við ókvæmisorðum deildu inn á dómaraparið.
Seinni í dystinum átti Petur Martin Johansen ivaleyst eisini at fingið reyða kortið, tá hann skumpaði Kára Mortensen, sum var í fullari ferð móti málinum, men ta ferðina varð revsingin bert tveir fingrar. Nakað sum als ikki blíðkaði áskoðararnar, sum tóktist vera sera ónøgdir við dømingina. Ein ónøgd, sum tó allarhelst er úrslit av, at spælið hjá heimaliðnum hekk so illa saman, og at áskoðararnir tískil skuldu finna onkran syndabukk.
Trupulleikin hjá Neistanum er bara tann, at hesa hending kunnu teir ikki brúka til nakað sum helst, og eftir stendur, at teir ikki kunnu hava Áka Olsen við á liðnum, tá teir komandi dystin skulu inn á Skála at royna seg í torføra útidystinum móti KÍF.
Møtti ikki
Nú fekk reyða kortið til Áka ikki nakra avgerandi ávirkan á dystin, og hetta kann neistaliðið fyrst og fremst takka Petur Magnussyni og Heina Joensen fyri.
Meðan restin av neistaliðnum snorksvav, hevði Petur fleiri góðar bjargingar, sum viðførdu, at neistaliðið alla tíðina kundi varðveita leiðsluna, sum teir vunnu sær í byrjanini av seinna hálvleiki, og í hinum endanum megnaði Heini at banka 8 bóltar inn í seinna hálvleiki.
Heini byrjaði annars dystin á beinkinum, har hann varð sitandi allan fyrra hálvleik, orsakað av at hann ikki hevði verið á taktikfundinum áðrenn dystin. Mangan man tað vera komið fyri, at leikari er settur heilt uttan fyri hópin av líknandi orsøk, men fyri Neistan má tað metast sum ein heppin avgerð, at Páll ikki var heilt so konsekventur við liðskipara sín.
Ov stórur munur
Eftir er bert enn einaferð at staðfesta, at munurin millum topp og botn í føroyskum manshondbólti er vorðin alt ov stórur. Høvdu kollfirðingar verið eitt sindur betri fyri, høvdu teir uttan iva megnað at revsað heimaliðið fyri sína líkasælu. Sum støðan er í løtuni, mugu kollfirðingar bara taka til takkar við, at einastu stigini teir fáa verða móti hinum botnliðunum, H71 og Tjaldur.
Alt annað vil í øllum førum verða ein risa sensatión.
Dysturin í tølum:
Neistin: Heini Joensen 8 (2), Finnur Hansson 4, Áki Olsen 3 (1), Finn Mørk 3, Kári Mortensen 2, Karl O. Rasmussen 2, Elmar Ósá 2, Áki Mørk 2 (2), Regin Didriksen 1 , Rani Slættanes 1
KÍF: Petur M. Poulsen 7, Petur M. Johansen 7, Emil Petersen 3, Finn Heri Johannesen 2, Vagnur Johannesen 2, Kristian Madsen 1
Brotskøst: Neistin 7
Útvísingar: Neistin 1, KÍF 3
Burturvísing: Neistin 1
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen