Linligt seinasta umfar

Hjá monnunum er allur spenningur, nú seinasta umfarið undan finalunum stendur á skránni

Við javnleikinum millum Neistan og Kyndil seinasta sunnudag hvarv seinasta restin av spenningi undan sjálvum FM-finalunum.

Har verða tað nevnliga StÍF og Neistin, sum skulu dystast, og hesi bæði liðini hittast eisini á Skála um vikuskiftið. Sum skilst, so er tó væntandi, at bæði liðini í stóran mun fara at spara seg í dystinum. Bæði tí onkrir av spælarunum hava tørv á hvíld undan nøkrum finaludystum, men helst eisini tí venjararnir ikki ynskja at avdúka nakrar taktiskar ætlanir, fyrr enn úrslitið veruliga telur.

Tveir aðrir dystir verða eisini spældir um vikuskiftið. Í Høllini á Hálsi í Havn tekur Kyndil ímóti KÍF, og í Vestmanna tekur VÍF ímóti H71.

Bert tann seinasti av hesum dystunum kann broyta nakað á stigatalvuni. Vinnur H71 dystin, so eru teir nevnliga ájavnir VÍF í stigum. Og tó at H71 hevur ein munandi verri málmun, so stendur í løtuni á jøvnum í innanhýsis uppgerðunum, sum nú eru avgerandi, um stigatalið er tað sama.