Lionel Messi heldur fram eftir korona

Martin Braithwaite og Lionel Messi komu á máltalvuna í FC Barcelona sigri

Spanska landskappingin er byrjað aftur og í gjár vóru FC Barcelona og Lionel Messi á vøllinum á Mallorka. FC Barcelona vann 4-0 í einum dysti, sum gestirnir úr Katalonia høvdu fult tamarhald á.

Longu aftaná 66 sekund legði Arturo Vidal FC Barcelona á odda. Seinni í fyrra hálvleiki økti danski Martin Braithwaite við sínum fyrsta máli fyri FC Barcelona, eftir at hann púra óvæntað bleiv keyptur leysur úr Leganes.

Í seinna hálvleiki økti Jordi Alba, áðrenn Lionel Messi setti punktum. Hetta eftir upplegg frá Luis Suarez, sum hevur verið skaddur í fleiri mánaðir. Við sigrinum hevur FC Barcelona lagt seg fimm stig fremst. Næstir teimum eru Real Madrid, sum skulu spæla í dag. Tað eru ongir áskoðarar til dystirnar í Spania.

##med2##

1Barcelona28194567:3161
2Real Madrid27168349:1956
3Sevilla28148641:2950
4Real Sociedad27144945:3346
5Getafe28137838:2746
6Atlético Madrid271112431:2145
7Valencia281110739:4043
8Villarreal281251145:3841
9Granada281251135:3341
10Athletic Bilbao27910829:2337
11Osasuna27810934:3834
12Levante281041433:4134
13Real Betis28891138:4533
14Real Valladolid287111025:3432
15Alavés28881229:3932
16Eibar27761427:4127
17Celta Vigo285111222:3526
18Mallorca28741728:4825
19Leganés28581522:4123
20Espanyol28581525:4623