Í dag veittrar flaggið hjá Lions við Undirhúsið á Toftum, tí økisfeløgini hjá Lions hava ársfund.
Petur Gaardlykke, økisformaður hjá Lions, bjóðaði vælkomin klokkan 10 í morgun.
Síðan gav hann orðið til Súna í Hjøllum, borgarstjóra í Nes kommunu, sum greiddi frá um kommununa.
Borgarstjórin bar eisini fram eina heilsan og tøkk til Lions fyri arbeiðið, sum felagsskapurin ger.
Petur Gaardlykke las upp ársfrágreiðing, og um middagsleitið hevði Jesper Heeager frá Lions í Gladsaxe orðið.
Á Facebook-vanganum hjá Nes kommunu eru nakrar myndir frá ársfundinum hjá økisfeløgunum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##