? Løgmaður visti ikki, hvat eg fór at atkvøða, áðrenn landsfundin fríggjakvøldið.
Lisbeth L. Petersen vísur aftur, at hon og løgmaður skulu hava gjørt ein handil, áðrenn atkvøðugreiðsluna um formanspostin í Sambandsflokkinum fríggjakvøldið.
? Nei, tað kann er púrasta afturvísa. Har var ongin handil.
?Veljið Edmund?
Undan fundinum ljóðaði annars, at hin vongurin í Sambandsflokkinum við Johannes M. Olsen sum valevni longu undan fundinum hevði tryggjað sær meiriluta móti Edmundi Joensen.
Á fundinum hendi so tað óvæntaða, at ein triðji partur skeyt upp, at Lisbeth gjørdist formaður. Men tá reistist Lisbeth, sum hevur sínar sterku stuðlar í Sambandsflokkinum, og mælti fólki til at atkvøða fyri Edmundi Joensen. Um tað var hetta, ið gjørdi, at Edmund fekk fleiri atkvøður er ikki vist. Men vist er tað, at Edmund otaði seg fram um og vann.
Samd
Lisbeth L. Petersen á sinni eisini bjóðað løgmansessin frá júst Edmundi Joensen. Men tá tók hon ikki av, tí hon fekk sum býráðsfor-maður ikki politisku kabalina á Vaglinum at ganga upp.
Lisbeth vil tó slettis ikki inn á, hvør hennara leiklutur kann gerast eftir løgtingsvalið.
Sum tað sær út nú, kann tað gerast torført hjá Edmundi Joensen aftur at gerast landsins leiðari. Nógvar brýr tykjast brendar. Javnaðarflokkurin rýmdi undan honum úr Nesinum. Sámal Petur í Grund fekk sparkið, og har er framvegis eitt opið sár ímillum Sjálvstýrisflokkin og løgmann. Og eisini í Sambandsflokkinum er langt frá friður enn. Størsti atkvøðuslúkarin til seinasta løgtingsval fyri Sambandsflokkin Bjørn á Heygum sigur nú bart út, at løgmaður er óutrokniligur.
Sambært Lisbeth L. Petersen eru mongu úttalilsini frá hennara partamonnum móti løgmanni óheppin.
? Nú hevur landsfundurin talað. Máli er avgjørt, so nógv meira er tað ikki at siga um tað.