Tað er ein royndur politikari, ið eftir áheitan frá Unga Sambandinum hevur gjørt av at stilla upp ímóti Edmundi Joensen til formansvalið í Sambandsflokkinum annað vikuskifti.
Tann 62 ára gamla Lisbeth L. Petersen úr Havn hevur verið virkin politikari síðani 1984, tá hon varð vald inn í Tórshavnar Býráð.
Lisbeth L. Petersen gjørdist beinan vegin fyrsti næstformaður í býráðnum, og eftir kommunuvalið í 1992 gjørdist hon býráðsformaður í Havn.
Á heysti í 1998 tók Lisbeth L. Petersen sætið á Fólkatingi sum varaumboð á Fólkatingi. Hon var fyrsti kvinnuligi fólkatingslimurin í Føroyum.
Lisbeth kom inn á ting í 1990 og hevur havt sæti har síðani.
Umframt mong álitisstørv í Sambandsflokkinum og øðrum felagsskapum, hevur Lisbeth L. Petersen eisini verðið annar og triðji næstformaður løgtingsins.