Listi F bjóðar valdinum av á Tvøroyri

Greitt er, at í øllum førum ein listi bjóðar valdshavarunum av á Tvøroyri – og hann kann kom at gera av, hvør skal vera borgarstjóri

Arnfinn Bech hevur tikið stig til og er valevni hjá Lista F á Tvøroyri. Hann er harumframt formaður í Maskinmeistarafelagnum.

Listi F er nýggjur listi á Tvøroyri, sum Arnfinnur Bech hevur tikið stig til.

– Orsøkin til, at eg stilli upp er heilt einfalt tann, at eg meini at Tvøroyri og Suðuroyggin skal hava nýggja kós og nýtt fokus. Og tað kunnu vit bara gera við, at vit fáa nýggj fólk vald inn í býráðið, sum hava aðrar meiningar enn tey, sum hava sitið har í so nógv ár, sigur Arnfinnur Bech í einum sjónvarpsbroti, sum hann hevur lagt á Facebook.

Vit hava spurt Arnfinn Bech, hvussu nógv tey eru, sum stilla upp:

– Eg havi onga viðmerking, er stutta svarið hjá honum.

Hann vil ikki enn siga, hvussu nógv onnur valevni eru á listanum.

– Hinir listarnir eru jú ikki almannakunngjørdir enn, so tað er eitt sindur av taktikki í hesum, sigur hann.

Á Tvøroyri eru tveir listar umboðaðir í býráðnum. Felagslistin við Kristin Michelsen, borgarstjóra á odda, sum fekk 617 atkvøður seinast, sum svarar til 51,6 prosent. Listin fekk 4 av teimum sjey býráðslimunum.

Hin listin er Javnaðarflokkurin, sum fekk 448 atkvøður, sum svarar til 37,5 prosent og gav flokkinum hinar 3 býráðslimirnar, sum eru í Tvøroyrar býráð.

Triði listin á seinasta býráðsvali á Tvøroyri, Listi V, fekk 131 atkvøður, sum svarar til 11,0 prosent, men fekk kortini einki umboð valt. Listanum restaði 19 atkvøður til at vinna síðsta sessin frá Javnaðarflokkinum.

Um ein triði listi fær umboð valt í Tvøroyrar býráð, so kann hann fáa avgerðarrættin, tá býráðið skal skipast og borgarstjóri veljast. Av tí at tað bara eru sjey kommunustýrislimir á Tvøroyri, so er sperrumarkið at fáa umboð valt rættiliga høgt. 

Ein býráðslimur á Tvøroyri á seinasta býráðsvali kostaði 150 atkvøður, sum svarar til 12,5 prosent av atkvøðunum. Tá tað er løgtingsval er til samanberingar sperrumarkið 3,03 prosent fyri at fáa tingfólk valt.

Enn er eingin listi kunngjørdur á Tvøroyri.

Soleiðis var úrslitið í Tvøroyar kommunu á seinasta býráðsvali:

##med2##

 

 

Arnfinn Bech hevur tikið stig til og er valevni hjá Lista F á Tvøroyri. Hann er harumframt formaður í Maskinmeistarafelagnum.