Ein av okkara best kendu listafólkum, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, læt upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði sunnudagin.
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri læt framsýningina upp, og í samband við setanina sang Sanna í Brekkunum.
Sigrun arbeiðir framvegis við symbolum og teim smáu smálutunum, og er spurvurin framvegis at síggja. Sum nakað nýtt er ein eingil at hóma á onkrari av myndunum.
Í innbjóðingum, ið eru sendar út, er sitat frá Sigruni, har hon sigur: ?Listin er hjartað eg lati úr og gevi tær?, og sigur hetta nógv um hesa djørvu listakvinnu.
- Hetta er uttan iva ein framsýning, ið er verd at síggja, verður sagt í tíðindaskrivi frá Ribarhúsi.
Framsýningin heldur fram til 20.oktober, og er opin soleiðis:
Mánadag ? fríggjadag kl. 15.00 ? 17.00, Leygardag 10.00 ? 13.00, Sunnudag 15.00 ? 18.00.
Tey, ið vilja hitta listakvinnuna hava høvi til tað sunnudagarnar, sum framsýningin er opin, tí tá er Sigrun at hitta í Ríbarhúsi.