Jónheðin H. Tróndheim
Den Frie er eitt kent stað millum listafólk og listasavnarar. Har sýna nýggj listafólk fram lovandi list undir sensuri. Og hjá einum ungum nýggjum listafólki at kunna siga, at hann ella hon hevur sýnt fram á Den Frie hevur tyngd. Og ikki um at tala, um talan er um, at listaverkini vóru seld.
Ein gráan oktoberleygardagsmorgun, so gráur og einkisigandi, sum hann bert kann vera í Keypmannahavn, opnaði framsýningin »Vil Du Kys Min«. Ein sera spennandi og áhugaverd framsýning. Á hesari framsýning vóru tveir føroyskir listamenn. Ova og Tummas Jákup. Men hvørgin visti av øðrum.
Ova fór til Danmarkar í 1990 á designaraskúla. Hann tók prógv sum tekstildesignari í 1996. Men hann hevur ikki bert arbeitt við tekstilum. Á framsýningini í Den Frie, sum framsýningarstaðið verður kallað á mannamunni, hevði hann tvær sjálvsmyndir, har hann hevði avmyndað seg við avskeplaður andlitsbráum. Fyrsta tú sært myndirnar fanga tær teg við tí serligu andlitsbráunum, sum Ova á sera sjáldsaman hátt hevur fangað.
Ova kom ikki til framsýningina fyrr enn fleiri tímar eftir, at hon var opnað. Fyrst í hann trínur inn um hurðina, spyr ein dama sum sat innanfyri ein disk, sum er beint innanfyri hurðina, tá tú trínur inn, um hann var Ova. Jú, svarar hann. »Nå, men ok. Vi har lige solgt dine billeder til Statens kunstmuseum«
Ova hvakk við. Hann skilti illa, tað sum sagt var, men kortini fangaði hann tað, tá ið hann kom yvir til málningarnar hjá sær og sá, at har hingu tvey lítil skelti við tekstinum: Solgt til Statens Kunst Museum.
Tað var ein sera glaður Ova, sum setti seg niður eina løtu at práta. Hann var ovurfegin um at hava selt myndirnar, tí tað var júst dreymurin, sum gjørdist veruleiki.
Tað skuldi ikki komið óvart á nakran, at dreymurin hjá hvørjum listafólki er at kunna selja sína list. Men at tað bert skuldi ganga nakrir minuttir frá tí at listaframsýningin var opnað, til myndirnar hjá Ova vóru seldar, hevði hann ikki væntað sjálvur. Innast inni hevði Ova als ikki væntað, at myndirnar blivu seldar.
Listamaðurin
vísir kenslurnar
- List er kenslur, og tí er tað nakað, sum er sera persónligt. Eg veit, at um eg ikki hevði selt myndirnar, so var eg farin í kjallaran, sjálvt um tað bert var ein dreymur, men nú eri eg ovurfegin, sigur ein glaður Ova.
- Hallo, ert tú her, ljóðar aftanfyri ryggin. Hetta er ein kend rødd, sum sigur hesi so væl kendu orð á føroyskum. Og hvør er hasin, sum stendur har? Jú, aftanfyri meg stendur eingin annar enn Kári Svensson, sum hevur leitað sær inn í »Den Frie« at hyggja eftir framsýningini.
Kári er fryntligur sum altíð. Hann prátar um listaverkini, og um hvat hann heldur um støðið á framsýningini. Hann dylur ikki fyri, at summi listaverk eru heldur einkisigandi, men hinvegin, so eru nógv fleiri, sum eru ótrúliga góð. Kári er á veg til eina framsýning, sum hann skal hava í Odense. Vit práta eina løtu, og so ynskir hann Ova tilukku við framsýningini og fer aftur sín veg.
Ova spyr, Hvør var hasin? Eg greiði honum frá, at hatta var Kári Svensson.
- Var hatta hann, spyr Ova ovfarin, hann dámar mær ótrúliga væl, leggur hann afturat. Ova heldur, at málningarnir hjá Kári eru so ótrúliga vakrir og væl gjørdir, og at hann hevur sera stóra virðing fyri Kára.
- Hasum manninum havi eg sera nógva virðing fyri, men eg havi ongantíð sæð mannin, so eg kendi hann ikki, sigur Ova.
Royndi nýggjar leiðir
Eftir at Ova var liðugur við skúla, fekk hann hug at royna okkurt nýtt og royna onkra aðra list í eina tíð.
- Vit vóru seks, sum leigaðu okkum eini hølir úti á Amager, har vit innrættaðu okkum. Har hava vit verið í tvey ár, og tað hevur borið frukt, tí á hesari framsýningini eru trý av okkum, sum sýna fram, sigur Ova. Men júst á hendan hátt heldur Ova, at hann fær íblástur, tí tey tosa saman og spyrja, um tey ivast í tí, tey gera.
Og júst á hendan hátt er tað komið, at Ova er aftur er farin at arbeiða við ull.
- Mær dámar sera væl at tøva ullina, og eg haldi, at tað er tað føroyska, sum eg royni at fara aftur til, heldur Ova fyri, meðan hann hyggur upp á myndirnar hjá sær. Hann brúkat tara, gørn og slík motivir, tá hann arbeiðir við ullini.
Kunstnergruppen
95 gevur íblástur
Ova er limur í einum homoseksellum listabólki, sum eitur »Kunstnergruppen 95« og telur umleið 40 limir. Átta av teimum høvdu eina framsýning á Galleri Gammel Strand, har bæði málningar og standmyndir vórðu sýndar fram. Framsýningin varð sera væl móttikin. Á tí framsýningini hevði Ova seks málningar við.
Í listabólkinum eru næstan allar listagreinarnar umboðaðar. Har eru málarar, tónleikarar, yrkjarar, rithøvundar, dansarar og arkitektar. Teir hittast regluliga, har teir práta um list og fara til ymisk tiltøk. Millum annað hevur bólkurin fingið sjónleikarar Jørgen Kiel at halda ein fyrilestur, um hvussu eitt listafólk skal duga at selja seg sjálvt.
- Hetta er júst slíkt, sum listafólk duga sera illa, sigur Ova.
Droymir um
at liva av listini
Tað er einki loyndarmál, at øll listafólk droyma um at kunna liva av sínari list. Men Ova sigur, at sum er, so má hann liva av dagpengum, og tað klárar hann so dánt.
- Nú hevði eg bert 123 rónur eftir at liva av hendan mánaðin, so tað er eingin loyna, at tað at selja myndir er eisini ein spurningur um at yvirliva, sigur Ova. Tað er trupult, men higartil hevur tað gingið hann.