Litrík mentanarnátt

Býurin sjóðaði av lívi í Havn í kvøld - sum á Ólavssøku, kundi ein sagt. Um allan býin vóru tiltøk og tilboð til ung og gomul, sum spákaðu sær ein túr í kvøldarmyrkrinum í Havn í kvøld. Roykurin av vaflum og kaffi, saman við hugnaligum práti og góðum tónum myndaði hýrin í góðveðrinum í kvøld. Og ongin ivi er um, at handlarnir hava selt væl.

Listin og tónleikurin fylti, eins og undanfarin ár, nógv, á mentanarnáttini, og hetta er veruliga nakað, sum lokkar nógv fólk til. Hóast klokkan var farin av 22, tá Summarframsýningin varð sett í Norðurlandahúsinum, vóru sera nógv fólk komin saman har eisini.