Túrurin hevur fingið navnið The Viking Voyage, og hetta er ein ambitiøsur túrur, har manningin ordiliga kemur at royna síni mørk á opna havinum. Ætlanin er at sigla til Noregs tvørturum Norðsjógvin við Naddoddi, sum er ein bátur, ið minnir um víkingabátarnar tá í tíðini við segli.
– Hatta er nakað, sum eg havi havt hug til, so leingi eg minnist. At gera eina sovorðna ferð, líka sum víkingarnir gjørdu. Víkingar hava altíð havt mín stóra áhuga. So tá man fær ein sovorðnan møguleika, so er ringt at siga nei, sigur Livar Nysted.
Skipari og leiðari umborð verður Andy Fitze, sum er ein royndur ævintýrari úr Sveis, ið hevur siglt nógvar “ekstremar” og avbjóðandi túrar. Eisini er ein ung søgulesandi úr Mexico við serligum áhuga fyri víkingasøgu við, sum eitur Karla Dana. Leikluturin hjá føroyska Livar Nysted verður at deila frá sínari vitan um langar ferðir í lítlum bátum og sjálvandi rógva, tá líkindi eru fyri tí. Aftrat teimum verða trý aftrat, sum eita Martin Fitze, Säny Blaser og Georg Aebi.
Lovaði tvøramonnum at koma aftur
Hugskotið til túrin eigur sveisiski Andy Fitze.
– Søgan er nokkso fitt, sigur hann og greiðir nærri frá:
– Eg var í Føroyum í fjør fyri aðru ferð. Eg sigldi kring oyggjarnar og kom til Suðuroyar. Tað var á mínum føðingardegi, og tvørafólk bjóðaðu mær inn í Naddoddaneystið í Trongisvágsfirði, har eg so hoyrdi søguna um hendan vakra bátin, sum varð bygdur í 90’unum. Aftaná eina løtu gav eg teimum hondina og lovaði, at eg kom aftur higar við einari manning, sum kundi sigla bátin til Noregs og aftur, fortelur Andy Fitze.
Síðan tá hevur hann arbeitt við at samla manningina og planleggja túrin. Og nú er so gott sum klárt, til tey fara at leggja frá landi á Tvøroyri.
Ætlanin er at fara avstað mánadagin, men um veðrið ikki er til vildar, so verður bíðað, til rætti vindurin er.
##med2##
Les meira í nýggjasta Sosialinum, sum er komin út í sølubúðirnar kring landið.
##med3##