Møguleiki at svimja av Strondum til Toftir 3. mai

Nú er møguleiki at royna okkurt heilt nýtt, sigur Bárður Hansen

Tíðindaskriv:

 

Leygarmorgunin 3. mai, tá ið Bátafestivalurin er á Toftum, fer Bárður Hansen at skipa fyri einum tiltaki, har svomið verður frá bátahylinum á Strondum yvir í Sámalsstøð við Rætt á Toftum.

Teinurin er áleið 1300 metrar. Ætlanin er at møta á Strondum kl. 09.30, hálvan tíma áðrenn byrjað verður kl. 10.  Bárður Hansen sigur, at tveir bátar fara at fylgja við svimjarunum. Um onkur knappliga gerst troyttur ella verður ov kaldur, so er møguleiki at fara umborð á bátin.

Fyrireikarin sigur, at klæði og lutir hjá svimjarunum kunnu eisini leggjast í bátarnar soleiðis, at tá komið verður í Sámalsstøð við Rætt, kunnu luttakararnir beinanvegin fara inn í bygningin hjá KBH at skifta klæðir.

Vátdrakt, handskar, skógvar og hettu mugu svimjararnir sjálvir syrgja fyri.

Bárður Hansen leggur dent á, at talan er ikki um eina kappsvimjing, men um ein hugnaligan svimjitúr, har øll fylgjast.

10 pláss eru til hetta tiltakið. Áhugaði kunnu tekna seg við at ringja ella sms-sa til Bárð Hansen á tlf. 738000 og upplýsa navn, bústað og tlf.