Liverpool er tryggjað í Champions League

Premier League: Við sigri á Norwich hevur Liverpool tryggjað sær luttøku í Champions League

Tað er vetrarferia í Premier League, sum merkir at tað eru væl færri dystir um vikuskiftini. Í gjár vóru tveir dystir. Liverpool vann 1-0 á Norwich og Burnley vann 2-1 á útivølli móti Southampton.

Liverpool var á vitjan í Norwich. Tað tók eina løtu at fáa hol á, og tað var ikki fyrr enn innskifti Sadio Mané fekk fatir á bóltinum í 77. minitti, at Liverpool kom á odda. Gestirnir vóru omaná allan dystin, men vertirnir úr Norwich vóru eisini framvið onkra ferðina.

##med2## 

Við sigrinum hevur Liverpool nú fingið 76 av 78 møgligum stigum í Premier League í ár, og er 25 stig frammanfyri Manchester City. Stendur Champions League bannið hjá Manchester City við, so hevur Liverpool longu vunnið sær pláss í Champions League kappingini komandi kappingarár. Tað er tólv umfør eftir.

1Liverpool26251061:1576
2Man City25163665:2951
3Leicester26155654:2650
4Chelsea25125843:3441
5Sheffield Utd26109728:2439
6Tottenham25107840:3237
7Wolves26812635:3236
8Everton261061034:3836
9Man Utd2598836:2935
10Burnley261041230:3934
11Arsenal25613632:3431
12Newcastle25871024:3631
13Southampton26941332:4831
14Crystal Palace26791023:3230
15Brighton26691131:3827
16Bournemouth26751426:4026
17Aston Villa25741432:4725
18West Ham25661330:4324
19Watford26591224:4024
20Norwich26461624:4818