Ljóðbrot: Uppskotið kemur at raka nógvar reiðarar

- Nú síggja vit hvussu nýskipanin kann koma at síggja út og tað í sær sjálvum er gott, sigur Anfinn Olsen.

 

Hann sigur, at tað var positivt, at vinnan nú sleppur til hoyringar áðrenn uppskotið verður koyrt niðan í tingið, umframt at tilfeingisgjaldið, ið lagt upp er til, fer at fylgja gongdini í fiskiskapinum.

 

Tó er hann ikki sannførdur um uppboðssøluna, ið hann heldur rakar skeivt, við einans at fara eftir uppsjóvarfiskiskapinum og Barentshavinum.

 

Hoyr samrøðu við Anfinn Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.