Ljósið manar tyngdina burtur

– Eg havi sæð munin á fólki, tá tey koma til fyrstu viðgerðina, og so tá tey hava verið nakrar ferðir. Bæði verumáti, holdningur og útsjónd broytist, og tey eru sjónliga lættari í huga, greiðir Maria Andreassen Hentze frá. Hon var ein av teimum sjúkrasystrunum, sum tók sær av ljósviðgerðini á psykiatrisku dagdeildini, ta tíðina, tilboðið var latið.

Summi merkja ongan mun á sinnis­støð­uni óansæð, um tað er vetur ella summ­ar.
Men tá september er farin at líða, eru fleiri, sum gerast stúrin. Onnur merkja veturin níva seinni, til dømis tykist januar serliga myrkur og tungur fyri nógv, tí januar stendur í tungari andsøgn til ljósu og hugnaligu jólini.
- Summi vilja ikki viðganga, at myrkrið drenar tey, tí tey ræðast at viðganga, at tey hava ein sálarligan trupulleika. Sálarligir trupulleikar eru nevniliga framvegis lagdir við tabu í Føroyum. Men tað eru eisini nógv, sum ikki vita, at tey hava ein trupulleika, og at tey lættliga kundu fingið hjálp og harvið meiri orku. Tað sigur Maria Andreassen Hentze, sjúkrasystur á psykiatriska deplinum.
Men fyri umleið 5000 føroyingar er vet­urin tungur at koma ígjøgnum. Myrkr­ið ávirkar okkum, ger okkum illa uppløgd, soleiðis at vit ikki fáa nakað upp í lag.

Nógv óvitandi
Nógv gransking er innan økið, og tað er staðfest, at besta hjálpin móti vetrar­tunglyndi, ella Seasonal Affective Disorder, er ljós.
Á Landssjúkrahúsinum varð í eina tíð bjóðað ljósviðgerð til til teirra, ið stúrdu fyri vetrinum.
- Eg vil meta, at tað vóru eini 20 fólk, sum gingu regluliga til viðgerð hvønn vetur. Vit høvdu 2 ljóstól, sum høvdu ljósstyrkina 2500 lux. Ljósið skuldi gevast tveir tímar dagliga, 10 fylgjandi ferðir og helst í dagtímunum, fyri ikki at órógva svøvnrútmuna, greiðir Maria frá.
Tað er tó hent nógv innan ljósvið­gerð, og nýggju ljóstólini hava nú heili 10.000 lux. Tað er tí nóg mikið, um tú bert situr ein hálvan tíma dagliga í 10 dagar.
- Tey sum fingu viðgerð, vóru fólk, sum veruliga høvdu tað ringt, tí tey skuldu hava eina ávísing frá lækna, fyri at fáa viðgerðina. Tey, sum komu, vóru altso tey, sum innsóu, at tey høvdu ein trupulleika og fóru til lækna. Men hóast okkara tal var lágt, so er tað ikki heilt eftirfarandi fyri, hvussu nógv líða av vetrar­tunglyndi. Tí tað eru heilt víst nógv fleiri.
Maria greiðir frá, at vetrartunglyndi sakt­ans kann kennast, sum um tú "bara" ert illa upp­lagdur og inni­sælur um veturin. Tað eru sera nógv fólk, sum eru orku­leys um veturin og sum ikki fáa nakað upp í lag. Hetta kann eisini flokkast sum vetrar­tung­lyndi.
Hóast tey ikki fara til lækna við trupul­leikanum, og hóast tey neyvan hava eina depressión, so ávirkast tey av myrkrinum. Og øll hesi kundu havt gleði av ljósviðgerð. Tí heldur Maria tað vera harmi­ligt, at tað ikki verður tosað meiri um til­boðið.

Betri at koma til viðgerð
- Nú fáast lampurnar í fleiri handlum, so nú eru tað nógv, sum keypa sær eina slíka at hava heima við hús. Ljósið hjálpir nevni­liga teim­um flestu, og summi fáa sær fyribyrgjandi ljós­við­gerð í september, áðrenn veturin kemur.
Hon leggur dent á, at hetta er ein sera góð loysn, serliga fyri tey, sum bara kenna seg eitt sindur illa uppløgd, hvørja ferð myrka árs­tíðin vitjar aftur.
Men hóast til ber at fáa viðgerð heima, vísir Maria á, at viðgerðin á sjúkrahúsinum var betri fyri nøkur.
- Tá tú situr heima, letur tú teg forstýra. Vit eru ikki líka røsk, tá vit skulu gera nakað heima við hús. Vit vita, tá fólk til dømis hava verið hjá fysioterapeuti og skulu gera venjingar heima sjálvi, so er tað skjótt, at tað dettur niðurfyri. Tað er so lætt at leypa tað um, ella at raðfesta okkurt annað hægri, tá tú ert heima.
Maria vísir á, at tá fólk hava eina við­gerðartíð, so koma tey og sita ta løtuna, sum krevst. Tá fara tey ikki at gera alt møguligt annað, sum tey hava lyndi til at gera heima.
- Fyri tey fólkini, sum eru tung um veturin, gerst tað ofta einsligt, tí tey orka ikki út millum fólk. Tey fáa ofta ikki tosað við nakran um tað, sum tyngir tey. Um tey koma út til okkara til viðgerðir, so kunnu vit práta við tey. Á tann hátt kann viðgerðin hava dupulta ávirkan, vísir Maria á.
Í næstum er ætlanin at fara undir arbeiðið við eini ljósklinikk, sum skal vera klár komandi vetur. Hetta skal vera eitt tilboð, sum byrjar longu í september og heldur á allan veturin.
Fleiri av teimum, sum gingu til regluliga viðgerð sakna við­gerðina, og onkur heldur ikki, at ljósið, sum kann keypast, er eins sterkt, sum tað á sjúkra­húsinum.

Ónd ringrás
Ráðini móti vetrartunglyndi eru, at vit skulu út at fáa tað dagsljósið sum er, vit skulu eta sunt, og vit skulu røra okkum.
- Tað óhepna er bara, at tá tú hevur vetrar­tunglyndi, hevur tú onga orku. Summi sova leingi, og koma ikki upp fyrr enn dagsljósið er farið - tað er jú stutt um veturin - og onnur eru til arbeiðis og fáa ikki farið út.
- Harumframt ger vetrartunglyndi, at matar­lysturin økist, og at fólk serliga vilja hava søtmeti og annan ósunnan mat. Og tey flestu stríða seg ígjøgnum dagin, og tey hava als ikki orku at fara út at røra seg ella at venja. Tað er tí ein ónd ringrás at koma í.
Maria vísir á, at ljósviðgerðin kann steðga hesi ringrásini og geva fólki orku til at útynna hesi góði ráðini í verki.
- Tey fáa eitt skump, og kunnu so sjálvi halda tunglyndinum burtur í eina tíð við at eta gott, fáa dagsljós og rørslu. Fyri summi er tað nóg mikið við einari viðgerð, tvs 10 ferðir av ljósið, meðan onnur hava tørv á viðgerðini bæði fyri og eftir jól.
Maria er vís í, at ljósviðgerðin bara fer at vinda meiri uppá seg. Tað er nógv gransking innan økið, og viðgerðin hjálpir jú sera væl.
- Tað er týdningarmikið, at vit taka trupul­leikan við vetrartunglyndi í álvara og fáa tikið tabu'ið av hesum evninum. Tí viðgerðin er so sára einføld, og hjálpin er ómetaliga stór, slær hon fast.
-----------------

9 tekin um vetrartunglyndi

1) Tú orkar einki av tí, tú annars plagar at gera, og sum tær vanliga dámar væl.
2) Tú orkar ikki at vera saman við øðrum.
3) Tú ynskir maka, vinir og familiu langt burtur, tí tú orkar ikki at fyrihalda teg til tey.
4) Tú kanst fáa trupulleikar á arbeiðsplássinum, orkar ikki at taka tær av uppgávum og ert ofta sjúkameldaður.
5) Summi eru kedd, bangin, hava onga lívsgleði og kenna seg vónleys.
6) Tú ert troyttur og hevur onga orku.
7) Tú fert tíðliga í song, men ert allíkavæl ikki úthvíldur næsta dag.
8) Nógv fáa øktan matarlyst, hava hug at eta millum máltíðirnar og munga eftir søtmeti.
9) Tú hevur lítlan og ongan hug til sex.
-------------------


ORSØKIN

Tað er evnið melantonin, sum verður framleitt í heilanum, sum ger okkum tung í huga um veturin. Men fáa vit dagsljós, minkar framleiðslan av melantonini í heilanum, og vit gerast tí glaðari.
Ljósið skal inn ígjøgnum nethinnuna í eygunum og síðani víðari inn í heilan. Tú mást tí sita við ljósið við eygunum opnum - lesa, binda, loysa krossorð ella práta við onkran. Tað nyttar ikki at tendra lampuna og leggja teg at sova.

-------------------


Fakta:

• Vetrartunglyndi eitur á altjóða máli: Seasonal Affective Disorder, stytt SAD.
• Eingi tøl eru í Føroyum, men taka vit støði í donskum tølum og hava tað í huga, at Føroyar eru norðari enn Danmark, kunnu vit meta, at eini 10% - ella einir 5000 føroyingar - líða av tunglyndi og merkja veturin níva.
• Ætlanin at seta eina ljósterapiklinikk á stovn, sum vónandi verður virkin komandi vetur. Ætlanin er, at hon skal lata upp í september.
• Ein ljósviðgerð er í grundini ein røð av viðgerðum, tí tað skulu 10 viðgerðir til. Tað er týdningarmikið, at tú fært ljós í fimm fylgjandi dagar, t.d. mánadag til fríggjadag, í tvær vikur á rað.
• Longri suður tú kemur, minni gerst trupulleikin av vetrartunglyndi. Við miðalhavið er trupulleikin ókendur. Hinvegin veksur trupulleikin, jú longur norð tú kemur, og í Alaska hava 10% av fólkinum vetrartunglyndi.
• Kanningar vísa, at fyri tey, sum líða av tunglyndi og hava aðrar sálarligar trupulleikar, t.d. depressión, skizofreni ella psykosur, hjálpir tað eisini at fáa ljós. Hetta er sostatt ein góð, bílig og einføld viðgerð, sum ikki gevur nøkur hjáárin.
• Fáa vit ikki viðgerð fyri okkara vetrartunglyndi, t.d. ljósviðgerð, kann tað menna seg til veruligt tunglyndi.