Ljósfest: Vágs kommuna heiðraði Ingeborg og Jonhild

Hesaferð fingu ingeborg Vinther og Jonhild Kjærbo heiðursbræv og gávu.

Klokkan byrjaði kvøldskráin á ljósfestini í Vági.

 

Levi Mørk, býráðslimur í Vági, setti tiltakið. Síðani sang Hans Jacob Hjelm ein sang, og síðani var løtan komin, har Vágs Kommuna heiðraði tveir av sínum borgarum. Hesaferð fingu ingeborg Vinther og Jonhild Kjærbo heiðursbræv og gávu.

 

Tað vóru býráðslimirnir Erhard Joensen og Magnus Mørk Hjelm, ið handaðu.

 

##med2##

 

##med3##

 

Grundgevingarnar vóru hesar:

 

 

 

Ingeborg Vinther:

 

Ingeborg Vinther er kend í almenna rúminum í Føroyum. Og mangan verður hon nevnd, tá vit tosa um sonevnd konubrot í Føroyum, og er hetta einamest orsakað av hennara arbeiði innan fakfelagsrørsluna í Føroyum.

 

Ingeborg Vinther er úr Vági, fødd í 1945. Familjan var sonevnd arbeiðarafamilja. Mamman arbeiddi heima og ansaði teimum sjey børnunum, og pápin var við til at leggja lunnar undir fakfelagsrørslu og javnaðarflokkin.

 

Ingeborg arbeiddi í fiski í Føroyum og í Íslandi í 17 ár, innan hon í 1977 settist niður við manni og børnum í Vági. Hon var virkin innan fakfelagsarbeiði, og í samband við hetta, varð hon í 1977 vald inn í nevndina í Føroya Arbeiðarafelag. Í 1980 gjørdist hon forkvinna Føroya Arbeiðarafelag.

 

Ein freistast at siga, at restin er søga.

 

Hon er fyrsta kvinna, ið hevur verið í formanssessinum í Føroya Arbeiðarafelag, og er eisini tann, ið hevur sitið í sessinum longst. Frá 1980 til 2011.

 

Ein kann siga, at øll hesi árini myndaði hon hetta meginfelag, og kanska eisini í stóran mun fakfelagsrørsluna í Føroyum.

 

Í langa tíðarskeiðnum, har Ingeborg hevði leiðsluna í FA, hevði Føroya Arbeiðarafelag m.a sín leiklut í, at líkaløn millum menn og kvinnur gjørdist veruleiki. Ingeborg var eisini avgerandi viðleikari, tá ALS sá dagsins ljós í 1992, tá Føroyar vóru í álvarsligari kreppu, ið m.a. rakti sera hart í Vági. Í síni tíð sum forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, menti hon hetta meginfelag til eitt nútímans felag, ið er virkin partur í at kalla øllum samfelagsspurningum.

 

Hon var og er javnaðarkvinna, men í kreppuárunum í nítiárunum var hon millum teirra, ið ikki tók undir við landsins leiðslu og javnaðarflokkium, og hvussu kreppan varð handfarin, og stillaði hon upp fyri nýstovnaðu Verkamannafylkingina og varð vald á ting, sat eitt skeið, men stillaði ikki upp aftur til løgtingsval í 1998.

 

Ingeborg Vinther er millum manna kend fyri sín kontanta stíl, har ongin stendur eftir og ivast í, hvat hon heldur um tingini, og hon hevur verið við til at sjónliggera føroysku kvinnuna sum virknan luttakara í almenna kjakinum og almenna rúminum í Føroyum.

 

Ingeborg hevur verið við til at ment bæði lokalsamfelagið og Føroyar sum heild. Hon hevur øll síni bestu ár stríðst fyri hægri løn og betri korum hjá verkafjøldini, og hevur ongantíð verið bangin fyri at tala sína søk við sterkari rødd, og hevur hetta gjørt, at virðing hevur verið, - og er , um hennara persón.

 

Ingeborg og maðurin Andrew liva nú pensjónista-tilveruna í Vági. Enn í dag er hon virkin, og arbeiðir innan felagsskapin hjá pensjónistum, har hon – enn sum áður – er ein virðilig og sterk rødd, ið aftur nú tænir teimum, ið ofta eru fyri vanbýti og ikki altíð sjálvi tala sína søk, nevniliga pensjónistunum.

 

Vágs Kommuna hevur valt at heiðra mentafólkum. Og Ingeborg Vintherer eitt av mentafólkunum, ið fær henda heiður, so hjartaliga til lukku Ingeborg og vinaliga kom fram á pallin og tak ímóti hesum heiðuri.

 

 

 

Jonhild Kjærbo:

 

Jonhild Kjærbo er fødd í 1942, og er ein av eldsálunum í Vági, sum á so mongum økjum ótroyttilig hevur arbeitt, uttan at hugsa um egnan vinning.

 

Á lívsleiðini hevur VB fylt nógv, og ger tað framvegis. Við sínum úthaldni hevur hon, saman við øðrum, ment Vágs Bóltfelag.

 

Í áratíggju hevur hon verið ein av eldsálunum kring felagið, og hevur hon lagt nógva sjálvbodna orku í, bæði í nevndararbeiði og kring felagið annars, og hevur hetta verið viðvirkandi til, at VB, hóast avbjóðingar, enn er eitt virkið felag. Og framvegis sæst Jonhild millum áskoðararnar, tá hondbóltsdystur er á Eiðinum.

 

Tíðin er í stóran mun farin frá sjálvbodnari arbeiðsmegi, men slíkt kann ikki virðismetast nóg høgt, og tað hevur ómetaligt virði fyri lokala samfelagið. Eldsálirnar fáa sjáldan herðaklapp, og uppsøkja tað kanska heldur ikki, men fyri lívslangt stuðulsarbeiði, hevur Jonhild herðaklapp uppiborið.

 

Á so mongum øðrum økjum í felagslívinum í Vági hevur hon eisini verið virkin. Saman við Torgerð Suðuroy var hon við til at stovna Eldrasambýlið í Vági, og er hon enn nevndarlimur har. Úr rúgvuni kunnu vit eisini nevna, at hon er virkin í Dagsglæmu, sum mong børn njóta gott av, og í arbeiði hjá Reyðakrossi.

 

Vágs kommuna vil  fegin heiðra Jonhild fyri hennara íkast til samfelags- og mentanarliv í Vági.

 

Vágs Kommuna hevur valt at heiðra mentafólkum. Og Jonhild Kjærbo eitt av mentafólkunum, ið fær henda heiður, so hjartaliga til lukku Jonhild og vinaliga kom fram á pallin og tak ímóti hesum heiðuri.