Ljóssvørðið fekk meira enn 3,6 milliónir dollarar, sum svarar til umleið 23 milliónir krónur.
Tað stendur sambært heimasíðuni hjá uppboðssøluhúsinum Propstore.
Sambært uppboðssøluhúsinum er ljóssvørðið tann mest lønandi luturin úr Star Wars-universinum, sum nakrantíð er seldur.
Eftirspurdi rekvisitturin var við í bæði filminum " The Empire Strikes Back" og filminum "Return of the Jedi".
Áðrenn uppboðssøluna var væntað, at ljóssvørðið fór at fáa millum eina og tríggjar milliónir dollarar inn. Undir uppboðssøluni vóru 31 boð latin inn.
/Ritzau/