- Øll kenna kensluna tá onkur spælir kostbar

Ingi Poulsen er til reiðar við fyrsta videolagi sínum, sum er til lagið "Kostbar"

 

 

Ingi Poulsen hevur tikið føroyingar á bóli við sínum kærleikslandaplágum, sum flest allir føroyingar hava sungið ella murrað við til. Og nú hevur hann latið eitt nýtt frískt staklag úr hondum. Lagið kallast "Kostbar" og snýr seg um kensluna, tá ein, mann hevur gott eyga á, ikki vísir áhuga beinanvegin.

Ungi vágbingurin sigur, at íblásturin til tekstin stavar frá einari tilvildarligari samrøðu við ein vinmann, sum nevndi okkurt um eina gentu, sum spældi kostbar.

- Eg hugsaði beinavegin, at tað var eitt gott heiti til eitt popplag, og at tað nokk eru nógv, ið kunnu relatera til, hvussu tað kennist, tá onkur spælir kostbarur, greiðir Ingi Poulsen frá.

- Eg noteraði mær tað so niður í telefonina og byrjaði seinni at skriva útfrá, hvussu tað kennist, tá ein spælir kostbar. So fann eg upp á nøkur rým, sum eg helt riggaðu væl, og bygdi so uppá tað gjøgnum eina tíð.

Fríggjadagin kom videolagið til "Kostbar" út, og hetta er fyrsta videolagið frá Inga Poulsen. Tað er Jákup S. Thøgersen, sum hevur framleitt videolagið - til ber at síggja videolagið og hoyra sangin her:

<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/RfNF55kce8g" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>