Vit eru komin út í desember, og tað merkir, at nú verða árligu jólaborðhaldini hildin. Hetta er vorðið sum ein traditión, og tí er jólaborð nakað, sum flestu bara fara til. Spurningurin er so, hvussu nógv arbeiðsplássini í veruleikanum hugsa um, hvat jólaborðhaldið hevur at siga fyri starvsfólkini og fyri samanhaldið á arbeiðsplássinum.
Hvussu verður umgingist, at eitt jólaborð ikki bara verður dunnan, fleskasteikin ella maturin – og síðan ókeypis barrin?
Fyri nógv merkir eitt jólaborðhald og onnur sosial tiltøk á arbeiðsplássinum, at her er høvi at samansjóða starvsfólk og leiðarar á ein øðrvísi hátt, enn vanligt er í tí dagliga resinum. Hetta er eisini eitt høvi at læra tey fólk, tú dagliga arbeiðir saman við, betri at kenna, og hetta kann í longdini merkja, at samstarvið verður upp aftur betri.
Sosial tiltøk merkja eisini, um rætt verður atborið, at fólk kunnu kenna seg viðurkend í felagsskapinum. Men, sosial tiltøk kunnu eisini virka øvut fyri onkur starvsfólk og kanska serliga eitt jólaborð. Nøkur kunnu beinleiðis kenna seg útihýst, um atlit ikki verða tikin fyri teimum.
Talan kann vera um starvsfólk, sum kenna seg útihýst av átrúnaðarligum sannføringum. Aðrar orsøkin kunnu eitt nú vera aldursmunur, onkur sereyðkenni – ella, hvør orsøkin nú einaferð kann vera.
Kenslan av, at eingi atlit verða tikin við eitt jólaborð, kann vera rættiliga ómotiverandi fyri summi. Hetta vita øll, sum hava uppliva tað. Um fólk ikki vita, hvussu tað kennist, tá atlit ikki verða tikin, kunnu tey spyrja onkran, sum hevur verið í tílíkari støðu.
Men, verða atlit tikin til starvsfólkini, uppliva eisini tey, sum annars ikki høvdu følt seg væl við jólaborðhaldið, eina stóra viðurkenning. Tá sosiala samveran hevur størst týdning við eitt jólaborð, verður mælt til, at fokus er á hesi viðurskifti heldur enn á snapsin.
Leiðarin kann brúka høvi til at siga nøkur framsíggin orð um fyritøkuna, og hann kann fortelja starvsfeløgunum, hvør leiðin í fyritøkuni er, eins og hann kann geva starvsfeløgunum eina kenslu av optimismu. Tað ger heldur einki, um leiðarin rósar starvsfeløgunum persónliga.
Samanumtikið um borðhaldið kann sigast, at tað hevur ikki so stóran týdning, hvat er á borðinum, men heldur hvør situr í stólunum.