Øll stigini blást úr Gøtu

Hóast gøtumenn javnaðu, so vístu klaksvíkingar tyngdina undan vindinum, sum var neyðug fyri at fáa alt í Sarpigerði, har nógvi vindurin darvaði samanspælinum, sum báðir partar arbeiddu fyri at ala fram

Fótbóltur

Gøtumenn eru framvegis sørir. Og klaksvíkingar eru heilt frammi í toppinum. Fjórða árið á rað fór KÍ úr Sarpigerði við øllum stigunum. Hesa ferð vunnu teir 2-1.
Sigursmálið skoraðu teir stutt undan leikloki. Málskjútti var liðformaðurin Atli Danielsen. Hann var ísakaldur og púra tryggur, tá ið hann skuldi avgreiða úr ellivu metrum. Birgir Sondum hevði bríkslað fyri brotssparki, tá ið innskifti Kaj Ennigarð á málstrikuni hevði bjargað við hondini. Í trunkastøðu eftir KÍ horna úr høgru royndu Erling Fles og onkur annar úr stuttari fjarstøðu at senda ímóti málinum. Gøtumenninir ofraðu seg og vardu fyri tríggjar ferðir, uttan at tað eyndaðist teimum at rudda burtur. Í fjórða førinum var tað við hondini, at teir vardu, og so fall avgerðin úr ellivu metrum.
Lítla løtu frammanundan tóktist avgerðina at vera fallin. Julian Samuelsen, sum akkurát var skiftur inn í KÍ álopið, gjørdist púra leysur eitt vet til høgru, eftir at hann hevði fingið bóltin stungnan fram ímillum tunnu GÍ verjuna. Gøtumenn vóru frammarlaga staddir í royndini at koma aftur í aftur, eftir at KÍ var komið framum. Julian setti ferð á ímóti GÍ málinum. Tá ið hann var komin væl inn í brotsteigin, royndi hann at seta seg framvið málverjanum, men Hallur Hansen vann tvídystin teirra millum.
Lítla løtu seinni fekk GÍ fríspark mitt fyri og 25 metrar úr málinum. KÍ setti manngarð, men Súni Olsen skrúvaði bóltin út um verjugarðin, bólturin rakti ein av klaksvíkingunum og fór dygst inn við stólparótini. Eftir hesi lítlu løtuni - frá tí at KÍ hevði havt møguleika at økja til 2-0, og til GÍ hevði javnað til 1-1 - tóktist avgerðin at vera fallin.
Men so var tað, at GÍ gjørdi brotsspark, og at Atli Danielsen skoraði.
Báðir partar skulu eiga rós fyri, at teir royndu at spæla. Viljin at temja og at spæla frá bláum og til bláan og frá gulum og til gulan var góður, men nógvi og tráði vindurin hevði við sær, at tað í nógvum førum uppstóðu heilt øðrvísi støður, enn spælararnir høvdu ætlað, og báðir málverjarnir høvdu trupulleikar, tá ið teir skuldu sleppa sær av við bóltin.

Møguleikarnir
Leingi sá tað út til, at einki mál skuldi koma. Uppløgdu málmøguleikarnir høvdu ikki verið so nógvir. Í 1. hálvleiki hevði GÍ vindin undan. Tá var KÍ ógvuliga varðið í útgangsstøðuni. Erling Fles var einsamallur heilt frammi á toppinum, og Hjalgrím Elttør arbeiddi nógv aftanfyri hann. Í høgru avloysti blaðungi Kristoffur Jacobsen Arnhold Joensen, sum síðst í vikuni var vorðin sjúkur.
Tvær ferðir í 1. hálvleiki slapp KÍ til baklinjuna í høgru, men eingin var undir málinum at umseta innleggini til royndir móti málinum.
GÍ hevði vandamiklaru atsóknirnar undan steðginum. Einar tríggjar ferðir vóru teir heilt vandamiklir, men Karstin Joensen í KÍ málinum, sum eftir skaðasteðg í nógvar vikur var aftur millum stólparnar, var sera tryggur og sannur brandur. Í tí eina førinum var nógv fólk fyri, og sýnið mundi vera vánaligt, tá ið Bjarni Justinussen, sum fyri fyrstu ferð var millum teir fyrstu ellivu á GÍ liðnum, heilfluktaði flatt, men Karstin tveitti seg og helt bóltinum.
Eina aðru ferðina í 1. hálvleiki fekk Poul Arni Jacobsen bóltin stungnan fram ímillum. Hann rann frá eitt sindur tungu miðverjuni, men Karstin rann út ímóti og tveitti seg óræddur fram og taklaði bóltin burtur. Og triðju ferðina var tað Hans Pauli Petersen, sum varð leysur í høgru og smekkaði til, men Karstin Joensen bjargaði við fínari beinparadu.
Eftir steðgin átti KÍ møguleikarnar. Hjalgrím Elttør fekk sama slag møguleika, sum Hans Pauli Petersen hjá GÍ hevði fingið undan steðginum, og Hallur Hansen bjargaði við fínari beinparadu. Kanska skuldi Hjalgrím Elttør tá havt spælt tvørtur um til Erling Fles.
Týdningarmikla 1-0 málið hjá KÍ skoraði Heðin á Lakjuni, sum alla tíðina arbeiddi nógv. Vongverjin í vinstru, Eyðun Klakstein, lyfti bóltin framum GÍ vongverjan í høgru. Heðin á Lakjuni var í vinstru í brotsteiginum fyrri á bóltinum enn málverjin, og Heðin lyfti sera hegnisliga bóltin upp um málverjan og dygst inn við handara stólpanum.