Løgmaður datt á súkklu

Tað kom honum til góðar, at hann er gamal málmaður

Kaj Leo Holm, Johannesen, var óheppin, tá ið hann súkklaði ein túr á oyggjarvegnum í morgun.

 

Túrurin var ein liður í venjingini í sambandi við, at hann er við á Team Rynkeby í Føroyum, sum skal súkkla úr Danmark til París, saman við nógvum øðrum liðum.

 

Team Rynkeby er ein aljóða vælgerandi felagsskapur sum savnar inn pening til børn við krabbameini.

 

Í morgun var eisini farið at venja og hesa ferð gekk leiðin niðan á Oyggjarvegin.

 

Veðrið var av tí fínasta, men tað var hált og brádliga fóru hjólini undan løgmanni.

 

- Tá eg súkklaði framvið Grótbrotinum datt eg við súkkluni, tí tað var sera hált, skrivar løgmaður á Facebook

 

Men her var tað so, at fortíð hansara sum málmaður kom honum til góðar.

 

- Teknikkurin er tann sami, slappa av og syrg fyri at síðan av kroppinum vendur niður tá kroppurin rakar asfaltið, sigur løgmaður.

 

Og samstundis sum at hann ynskir øllum eitt gott vikuskifti, leggur hann afturat,

 

- Tað er eingin skomm at detta, men tað er skomm ikki at reisast aftur, gott vikuskifti øll somul.