Løgmaður eigur sjálvur at taka avleiðingina

Í øðrum londum fara ráðharrar frá fyri smáting, sigur Bárður Nielsen, næstformaður í Sambandsflokkinum

Í øðrum londum fara ráðharrar frá fyri smáting, sigur Bárður Nielsen, næstformaður í Sambandsflokkinum.

 

– Eg haldi, at persónurin, sum tað snýr seg um, sjálvur eigur at taka avleiðingarnar. Tað kann ongantíð forsvarast at geva rangar upplýsingar fyri løgtinginum, segð Bárður Nielsen, næstformaður í Sambandsflokkin um við Kringvarpið á middegi.

 

Hann vísti á, at tað er løgtingi, sum eigur avgerðina, sum persónur ikki sjálvur tekur avleiðingina.

 

– Eg haldi ikki, at hetta er ein spurningur, um eg havi álit á løgmanni ella ikki. Hetta er ein sprunigurin um álit á og trúvirði hjá politisku skipanini sum heild, segði Bárður Nielsen við Kringvarpi, sum eisini visti at siga, at Sambandsflokkurin fer at hava fund um málið í vikuni.