Hann sparir so sanniliga ikki uppá krútið, Bjørn á Heygum, sambandsmaðurin, sum varð fyrst valdur í tingið við síðsta val, tá donsk pressan biðjur hann um viðmerkingar til ósemjuna í sambandsflokkinum.
Hann sigur við Berlingske Tidende sunnudagin m.a.:?Tað er torført at taka útmeldingarnar hjá Edmundi Joensen fyri góða vøru. Fyrst sigur hann eitt fyri síðani at siga nakað annað. Tí eigur ein eisini at taka nýggjastu útmelding hansara um, at hann vil standa á odda fyri samráðingunum við danir, við fyrivarni. Løgmaður er heilt ótilrokniligur og hevur ?undergravet vores forhandlingsposition i banksagen? sigur hann við Berlingske Tidende.
Bjørn á Heygum sigur við danska blaðið, at ein sera stórur minniluti í flokkinum er ónøgdur við leiðslu løgmans. Og tað snýr seg heilt einfalt um, at man ikki hevur álit til kvalifikatiónirnar og kompetansuna hjá Edmund Joensen sum løgmaður - við sínum mongu løgnu útmeldum í bankamálinum sigur partamaður løgmans við blaðið.