Tað er einki at ivast í, at spurningurin um framtíðar flogvøll í Føroyum verður skjótt eitt stórt, politiskt evni.
Á aðru síðuni standa tey, sum vilja hava vøllin í Vágum longdan og ymsar ábøtur gjørdar har.
Í tí sambandinum er kanning gjørd um, hvat tað kostar at gera eitt ?glíðibanaanlegg³, so at flogførini kunnu seta seg í munandi verri sýni, enn tey nú kunnu
Ein onnur kanning er um at leingja vølliní Vágum 200 metrar, úr 1.250 metrum, upp í 1.450 metrar.
Á hinari síðuni standa tey, sum heldur vilja hava nýggjan flogvøll gjørdan á Glyvursnesi.
Landsstýrið fekk fyri jól úrslitið av kanningini, men hevur ikki enn avgreitt tað víðari til danska ferðlumálaráðið.
Táið Sámal Petur í Grund varð avsagdur í Tinganesi átók Edmund Joensen, løgmaður sær at umsita samferðslumál.
Og løgmaður hevur alment sagt, at hann er talsmaður fyri flogvølli á Glyvursnesi.
Og tað eru tey, sum hava løgmann undir sterkum illgruna at súltað málið um at byggja vøllin í Vágum út.
Tí verður vøllurin í Vágum bygdur út, kann ikki eisini verða talan um byggja nýggjan vøll á Glyvursnesi.
Sum landsstýrismaður í samferðslumálum umsitur løgmaður eisini málið um fast samband um Vestmannasund. Men hann er eisini undir illgruna fyri at sabotera tað málið, tí hann veit, at flogvøllurin í Vágum er sterkasta argumentið fyri undirsjóvartunli.
Nú í næstan tveir mánaðir hava vit roynt at fáa orð á løgmann um hesi viðurskifti, men tað hevur ongantíð eydnast, hóast vit hava roynt at kalla hvønn dag, og flestu dagar fleiri ferðir.
At vit eisini hava lagt boð til nýggja samferðslumálaráðharran og biðið hann ringt, hevur ikki gjørt mun
Málið um flogvøllin liggur í vinnumálastýrinum. Og táið løgmaður er so hálur at halda um, hava vit roynt vinnumálastýrið. Men Arne Poulsen, vinnumálastjóri, er líka ringur at fáa fatur á, sum løgmaður. Og í vinnumálastýrinum kann ongin úttala seg til fjølmiðlarnar uttan vinnumálastjórin sjálvur.