- Løgmaður kann ikki halda fram um hann lýgur

- Tað er als ikki nøktandi um løgmaður lýgur, og kanningarstjórin eigur at framskunda avhoyringina av løgmanni, so vit kunnu fáa greiðu á hesum málið. Ósvarað kann tað so ikki standa, sigur Reimund Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin í kvøld.

Bjørn á Heygum segði við Kringvarpið í kvøld, at hann heldur, at kanningarstjórin skal gera avhoyringina av løgmanni beinan vegin, tí tað er sera álvarsamt, at løgmaður er lagdur undir at lúgva. 

Hesum er Reimund Langgaard samdur í. 

- Um løgmaður lýgur kann hann ikki halda fram sum løgmaður. Tí mugu vit fáa staðfest um tað er rætt sum Rúni Joensen førir fram, sigur Reimund Langgaard.

Reimund heldur, at løgmaður skal hava rætt til at svara fyri seg, og tí eigur Hans Gammeltoft Hansen at framskunda avhoyringarnar av løgmanni og Kára P. Højgaard. 

Reimund Langgaard sigur, at samfelagið kann ikki bíða inntil august/september eftir at frætta, um løgmaður veruliga hevur logið, eins og Rúni Joensen førdi fram í dag í Føroya Rætti.