Løgmaður slapp ikki avstað

Mjørki forðaði løgmanni at fara til Noregs á vitjan

Kunningarferð løgmans til Oljunoreg varð av ongum á hesum sinni. Tá løgmaður og fylgi komu til Vágar týsdagin var so mikið nógvur mjørki, at flogfarið fekk ikki lent. Hóast flogfarið kom seinni varð avgjørt at útseta vitjanina, tí løgmaður hevði ikki verið í Oslo fyrr enn á middegi í gár. Ein týðandi partur av skránni varð nettup fyrrapart mikudag, tá hann skuldi hitta oljumálaráðharran og umboð fyri oljumyndugleikarnar.

Sosialurin skilur, at ferðin er fyribils útsett. Nær løgmaður fær høvið at fara avstað aftur er óvist. Við løgmanni skuldu eisini Arne Poulsen, vinnumálastjóri, Herólv Joensen, deildarstjóri á oljumáladeilidni og Rúni Joensen, løgmansskrivari.

Ætlanin var, at løgmaður skuldi vitja ein oljupall í Norðsjónum hósdagin.