Løgmaður vildi ikki hava verkfallið í gerðarrættin

Løgmaður gav Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú, boð um, at málið um verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum ikki skuldi í Fasta Gerðarrættin

– Málið er vorðið politiskt, er Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini endurgivin fyri at siga. Og tað er rætt, at málið er vorðið politiskt.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag, so hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, kravt av Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at tey tóku málið aftur í Fasta Gerðarrættin, eftir at nevndin hevði gjørt av senda tað inn.

Sum in.fo skilir, so hevur verið ósemja í landsstýrinum um hesi viðurskifti eisini. Javnaðarflokkurin er eftir øllum at døma ikki sinnaður ganga ímóti arbeiðarafeløgunum, ið høvdu kent tað sum ein ósigur, um málið fór í gerðarrættin.

Løgmaður hevur givið Ruth Vang beinleiðis boð um, at málið ikki skal í gerðarrættin, og tí fór tað ikki í gerðarrættin.

Sum skilst á ymsum við løgfrøðiligum innliti, so eru stór sannlíkindi fyri, at arbeiðarafeløgini høvdu tapt eitt slíkt mál í einum gerðarrætti.

Tí hevði tað, sambært Javnaðarflokkinum, helst verið ein óneyðug provokatión at farið í stríð um hesi viðurskifti nú í eini verkfalstíð. Sum skilst vilja tey hava greiðu á hesum viðurskiftum í friðartíð, so tað er greitt næstu ferð, og soleiðis at sáttmálar kunnu gerast millum landið og kommununar við arbeiðarafeløgini.