Løgmanssteypið: HB er favorittur móti KÍ

Her eru oddsini upp á dystin HB-KÍ

Savnsmynd frá 2024

Ein klassikkari er millum uppgerðirnar í fyrsta umfarinum í kappingini um løgmanssteypið.

Í annaðkvøld klokkan 18.30 taka verandi steypavinnarar, HB móti KÍ á ovara vølli í Gundadali.

HB hevur eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

Oddsini upp á heimasigur til HB liggja millum 1,84 og 1,99.

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,50 og 3,80.

Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 3,25 og 3,47.

Oddsini eru galdandi fyri vanliga leiktíð. 

HER eru oddsini:

Savnsmynd frá 2024