Løgreglan: Boðið frá beinanvegin um ólóglig rúsevni

Løgreglan heitir á fólk um alt fyri eitt at boða frá, um tey síggja fólk brúka ólóglig rúsevni á almennum stað.

Tað sigur Heri Andreasen, varapolitiinspektørur, við Kringvarpið.

 

Útmeldingin kemur, eftir at eitt mál hevur vakt kjak undir G! Festivalinum. Barbara Djurhuus greiddi á Facebook frá einari hending, har hon sá trý ungfólk sita og taka hvítt rúsevni á almennum stað.

 

Hendingin hevur sett fokus á, hvussu festivalgestir og starvsfólk eiga at bera seg at, tá tey verða varug við ólóglig rúsevni.

 

Sambært Heri Andreasen er greiða tilmælið, at fólk beinanvegin seta seg í samband við løgregluna.

 

Stjórin fyri G! Festivalin, Sigvør Laksá, sigur við Kringvarpið, at festivalurin hevur greiðar mannagongdir í sambandi við ólóglig rúsevni. Hon leggur tó dent á, at talan í síðsta enda er um eitt mál hjá løgregluni.