Løgreglan gav fleiri bøtur og klipp í ferðsluni í gjár

Løgreglan var úti um seg í gjár og gjørdi ferðslukanningar ymsastaðni kring landið. 

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at Millum Fjarða varð ein bilførari tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman, og her er loyvda hámarksferðin 80.

 

- Í Søldarfirði, har hámarksferðin er 50 kilometrar um tíman, varð ein bilførari tikin fyri at koyra 78, sum gevur bæði bót og klipp í koyrikortið. 

 

Á einum vegastrekki í Saltangará, har tað er loyvt at koyra 50, fingu tríggir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra alt ov skjótt.

Løgreglan sigur, at tey í nátt eisini vóru í Hovstunlinum og kannaðu ferðsluna, og her var ein bilførari tikin fyri at koya 108 kilometrar um tíman.

 

- Hesin fekk eisini klipp í koyrikortið umframt eina bót. 

 

At enda tók løgreglan ein bilførari í Eysturoy í gjár, sum varð skuldsettur fyri at tosa í handhildnari fartelefon, meðan hann koyrdi, og hesin fær bæði klipp í koyrikortið og bót.