Løgreglan kann fáa loyvi at brúka ætt­ar­gransk­ing við DNA

Eitt nýtt lógaruppskot kann geva føroysku løgregluni fleiri víðfevnd amboð at kanna álvarslig brotsverk.

Uppskotið um at dagføra føroysku rættargangslógina er nú sent í hoyring. Tað fevnir um broytingar, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá januar 2023 til juni 2025, og sum danska løgmálaráðið og landsstýrið meta eisini eiga at galda í Føroyum.

Ein av mest ítøkiligu broytingunum er, at løgreglan kann fáa heimild at samanbera DNA-spor frá einum brotsstaði við upplýsingar í DNA-grundaðum ættargranskingardátugrunnum.

Slíkir dátugrunnar verða vanliga brúktir av privatfólki, sum vilja finna skyldfólk ella kanna sína ætt.

Endamálið hjá løgregluni verður at finna skyldfólk hjá einum møguligum brotsmanni og á tann hátt spora seg fram til tann, sum hevur framt brotsverkið.

Amboðið skal bara kunna brúkast í serliga álvarsligum málum, eitt nú málum um yvirgang, neyðtøku, fólkadráp og onnur sera álvarslig brotsverk. Harumframt skal kanningarstigið metast at hava avgerandi týdning fyri málið.

 

##med2##