Svøríki fer at lata Ukraina eitt russiskt skuggaskip, sum Svøríki hevur lagt hald á.
Skuggaskip eru skip, sum russar brúka í royndini at sleppa uttan um revsitiltøkini hjá Evropa - eftir russisku innrásina í Ukraina.
Svensku myndugleikarnir løgdu hald á farmaskipið í mars í ár.
Ukrainskir myndugleikar vilja vera við, at skipið sigldi við korni, sum er stolið í hersettum økjum í Ukraina.
Hetta framgongur av rættarskjølum, sum AFP-tíðindastovan hevur fingið innlit í.
Svenski hægstirættur vísti hin 4. august aftur einari kæru hjá Caffa Shipping Ltd., sum er skrásettur eigari av skipinum.
Kæran snúði seg um at steðga svensku ætlanini um at lata Ukraina farmaskipið, soleiðis sum krígsherjaða landið hevur biðið um.
Nú verður tað so Ukraina, ið fær skipið, sum Svøríki hevur lagt hald á.










