Umframt at kanna ferðsluna Millum Fjarða og á Fuglafjarðarvegnum fyrrapartin í gjár, hevur løgreglan eisini verið úti við saksinum í nátt.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tilsamans átta sett av nummarspjøldrum vórðu tikin í Eysturoy og Norðoyggjum.
Tá løgreglan tekur nummarspjøldur, er orsøkin oftast, at vektgjald ella trygging ikki eru goldin rættstundis - ella, at bilurin ikki er møttur rættstundis til sýn.
Hetta hevur annars verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni - ella ein vanlig nátt, sum tað oftast er, tá yrkadagur kemur aftur eftir eitt vikuskifti.