Løgtingsforkvinnan segði hesi orð:
Týsdagin 4. februar hendi eitt syrgiligt álop á Campus Risbergska, einum skúla í Örebro í Svøríki, har skotið varð frá hond og 11 fólk lótu lív, og fleiri vórðu særd. At ung fólk ikki kunnu kenna seg trygg í einum skúla, er ein støða, sum fram til nú hevur verið mestsum óhugsandi í Norðurlondum.
Vit fara í dag at byrja tingfundin við einari stillari løtu saman at sýna samkenslu við teimum svium, sum hava mist lívið og teimum, ið mist hava síni kæru í hesi ræðuligu hending.
Fari at heita á tingfólk um at reisast, og í tøgn minnast ofrini og sýna svium okkara djúpastu samkenslu.
Løgtingsforkvinnan hevur í dag sent svenska starvsbróðuri sínum, Andreasi Norlén, formanni í Ríkisdegnum samkensluheilsan.