Í gjár fóru limirnir í løgtingsins vinnunevnd til Noregs, har teir skulu kunna seg við oljuvinnuna.
Hetta er fyrstu ferð, at ein løgtingsnevnd fer út í onnur lond at kunna seg við oljuvinnuna. Túrurin hevur samband við ta viðgerð, sum verður á tingi í næsta mánað, tá uppskot til kolvetnislóggávur verður løgd á tingborð. Hetta verður helst umleið 1. november hevur blaðið frætt.
Vinnunevndin skuldi mikudagin vitjað á Oljudirektoratinum í Stavanger. Síðandi skuldi nevndin vitja Rogaland Forskning.
Í dag skal nevndin út á eini boripall hjá norska oljufelagnum Norsk Hydro.
Fríggjadagin verður vitjað á útgerðarstøðini hjá oljufelagnum Saga í Florø.
Leygardagin verður vitjað á metanolverksmiðjuni Aure og á móttøkustøðini í Tjeldbergodden. Her er oljufelagið Statoil vertur.
Sunnudagin verður høvi at vitja Heidrunfeltið, sum Statoil stendur fyri.
Seinasta dagin, mánadagin verður høvið at vitja á Olju- og orkumálaráðnum í Oslo.
Eisini fer Vinnunevndin at hitta umboð fyri Orkunevndini hjá Stórtinginum.
Tingmenninir, sum eru, Jørgen Niclasen, Hendrik Old, Bjørn á Heygum, Óli Jacobsen, Lasse Klein, Heine O. Heinesen og Karl Heri Joensen.