Løgtingsval verður og fólkið sleppur at tala

- Eg vil ikki leita eftir tí ringa, sum er hent, men vil heldur leita eftir tí góða, sum eg vóni fer at henda, sigur Jørgen Niclasen

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár? 

 

- Nýggjárið verður hildið heima í Sørvági saman við flestu av okkara kæru. Tað verður ein betri biti á borðinum og seinni verður tað út at síggja skrýddu bygdina og til nýggjárshald.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen. 

 

Hann vísir á, at um veðrið loyvir tí, verða bæði bygd og fjall prýdd við blikkum - eitt átak, sum eldsálir hava skipað fyri heilt síðan 1971. 

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025? 

 

- Úr rúgvuni má takast fram, at vit í árinum vórðu vælsignað við enn einari ommu- og abbadóttir, sigur Jørgen Niclasen.

 

Og hvat var tað keðiligasta í 2025? 

 

- Eg vil ikki leita eftir tí ringa, sum er hent, men vil heldur leita eftir tí góða, sum eg vóni fer at henda. Farið er farið og bert framtíðin er eftir. 

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Eg ynski alt tað besta fyri land og fólk og vóni, at tað fer at gangast okkum øllum val. Men, skal eg taka okkurt burtur úr, vil eg ikki argast um, at sitandi samgonga ikki hevur lagt frá sær.

 

Jørgen sigur, at hann fer heldur at hugsavna seg um, at løgtingsval heilt sikkurt verður í 2026, har fólkið sleppur at tala.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti? 

 

- Nei, tað havi ongantíð brúkt tíð uppá, sigur Jørgen Niclasen.