Loftávaring beint eftir fund við umboð fyri USA

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og serligi sendimaðurin hjá USA, Keith Kellogg, hava fundast í dag

Reuters veit í dag at siga, at loftávaring var í Ukraina, stutt eftir ein fund millum ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj og serliga sendimannin hjá USA, Keith Kellogg.

 

Ukrainski forsetin skrivar á Telegram, at teir báðir umrøddu loftvápn, vápnakeyp saman við evropeiskum londum og møgulig revsitiltøk móti Russlandi.

 

- Vit høvdu eina produktiva samrøðu. Vit umrøddu leiðina fram til frið, og hvat vit í praksis kunnu gera saman fyri at nærkast friði, sigur ukrainski forsetin.

 

Myndin av Volodymyr Zelenskyj, forseta og amerikanska sendimanninum, Keith Kellogg, er ikki frá fundinum teirra millum í dag, men frá einum fundi fyrr í ár.