Lokalir argjamenn gingu undan í enn einum sigri

Tað vóru spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, sum skoraði málini í heimasigrinum ímóti 07 Vestur

Uppflytararnir á Argjum halda fram í somu øði, sum teir hava verið í higartil í ár. Burtursæð frá tepra tapinum í Runavík, so hevur tað gingið sum eftir ánni, og í dag vunnu teir 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Úrslitið ber við sær, at AB hevur níggju stig, og at tað bar er eitt stig frá uppflytarunum á Argjum og fram til NSÍ, sum er topplið.

 

Ofta hevur tað verið so sum so við lokala samleikanum, tá ið AB hevur roynt seg í bestu deildini. Soleiðis er tað ikki nú, og tað ger tað ikki minni hugaligt hjá teimum á Argjum, har fótbóltsfepurin av álvara ger um seg.

 

Í dag vóru tað tveir av lokalu spælarunum, sum skoraðu málini.

 

Tað fyrra skoraði Ragnar Skála í 22. minutti. Eftir innkast í høgru var tað liðformaðurin og argjamaðurin Bjarki C. Nielsen, sum legði bóltin fyri føturnar á Ragnari Skála, sum smekkaði til úr 21 metrum, og bólturin streyk eftir vøllinum og dygst inn við nærra stólpa og aftanfyri Sebastian Dalby Wille, sum tveitti seg og ivaleyst iðrar seg um, at hann fekk fatur á bóltinum.

 

Smáar tíggju minuttir eftir steðgin tvífaldaði AB um leiðsluna. Lucas Ørneborg legði flatt innfyri úr høgru. Við nærra stólpa vóru gestirnir óhepnir, tá ið málverjin og ein av liðfeløgum hansara komu í trol við hvør annan, og so var tað Sjúrður Henriksen, sum við aftara stólpa og úr stuttari staðfestu setti bóltin í netið.

 

Sjúrður Henriksen hevur lagt upp til mál fyrr í ár, men hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at skilagóði 18 ára gamli vongverjin var málskjútti í bestu deildini.

 

07 Vestur lá ikki nakað serligt undir í fótbóltsspæli, og gestirnir úr Vágum megnaðu at spæla seg til støður og møguleikar, men tað eydnaðist ongantíð at fáa bóltin í málið aftanfyri sera skilagóða Jesper Sørensen í AB málinum. Leygardagin verður hann 23 ár.

 

Sunnudagin verður av álvara talan um styrkisroynd, tá ið AB fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

 

Sunnudagin fer 07 Vestur, sum hevur trý stig, at royna seg á útivølli ímóti NSÍ.