Lokalir miðvallarar halda fram í NSÍ

Betri deildin menn: NSÍ hevur longt sáttmalan við bæði Betuel Hansen og Beinir Nolsøe

NSÍ er farið i holt við at tryggja framtíðina í hópinum. Felagið hevur í seinastuni gjørt sáttmálar við 21 ára gamla Beinir Nolsøe og 27 ára gamla Betuel Hansen. NSÍ og Betuel Hansen hava gjørt sáttmála fyri komandi trý árini.

 

- Betuel Hansen er hóast sín relativt unga aldur ein ógvuliga royndur spælari. Hann hevur spælt ikki færri enn 169 dystir í bestu mansdeildini, 18 dystir í steypakappingini og 8 dystir í evropeisku kappingunum. Hartil er Betuel ein av teimum, ið hevur umboðað føroysku ungdómslandsliðini oftast. Hann hevur spælt 34 U-landsdystir. Betuel Hansen er ein sera týdningarmikil leikari, ið við hørðum arbeiði og skilagóðum spæli bindur liðið saman, skrivar NSÍ.

 

21 ára gamli Beinir Nolsøe og NSÍ hava gjørt sáttmála fyri tey komandi tvey árini.

 

- Ungi og evnaríki miðvallarin er ógvuliga arbeiðssamur í verjuspælinum, og so luttekur hann eisini nógv í framrættaða spælinum. Hann hevur skotið tvey mál í ár. Beinir hevur spælt fleiri U-landsdystir fyri U19-liðið hjá Føroyum. Samanlagt hevur Beinir spælt 61 dystir í næstbestu deildini og 41 dystir í bestu deildini. Talan er sostatt um ein royndan ungan spælara, ið framhaldandi kemur at umboða NSÍ, skrivar NSÍ.

 

#med2##

 

NSÍ er í løtuni á 4. plássi í Betri deildini.