Ein av nýggju tónleikastevnunum í Føroyum, er tann, sum verður við Brúnna í Sundalagnum.
Tann stevnan verður á Oyrarbakka 11. Juli og nú hava fyrireikarnarnir avdúkað teir fyrstu av tónleikarunum sum fara at syngja og spæla.
Í hesum sambandi hava fyrireikararnir nú almannakunngjørt fýra teir fyrstu tónleikararnar og teir eru allir úr Sundalagnum, og har um vegir.
Teir fýra tónleikararnir eru Janus Trúgvason úr Hósvík, sum býr í Danmark, Tummas Jóhan Larsen av Eiði, Marni Kruse av Oyrarbakka og Signar í Homrum úr Kollafirði, sum býr í Streymnesi.
Signar í Homrum er gamal í garði, og vælkendur. Men fyrireikararnir siga, at Janus Trúgvason hevur spælt tónleik í nógv ár og spælir ofta á tiltøkum niðri. Hann er vælkendur úr bólkinum Safir, har hann spældi saman við Tór Verland Johansen.
Eitt av nýggjaru nøvnunum Við Brúnna verður Tummas Jóhan Larsen av Eiði. Hann er 22 ára gamal og umframt at syngja, spælir hann eisini guitar.
Fyri tað mesta hevur hann sungið og spælt í sundalagnum og har um vegir, men hevur tó verið í finaluni í bæði tónleikakappingini Sement og Singer/songwriter kappingini áður.
Marni Kruse er ein ungur tónleikari av Oyrarbakka og hann var eisini á palli við Brúnna í fjør.
Marni hevur seinastu tíðina verið nógv frammi við sangunum Back Together, Boombox Songs og She's Beautiful.
Fyrireikararnir siga, at nógv onnur tónleikanøvn verða kunngjørd næstu vikurnar.