Árni Frederiksberg er sera fegin, nú tað loksins eydnaðist honum at vinna FM. Hann hevur verið við í bestu deildini síðani 2010, og meiri enn einaferð hevur hann verið tætt við at vinna FM, men hann hevur ikki áður verið við til at taka ímóti FM steypinum.
-Í NSÍ vóru vit eitt árið á FM kós, men so kiksaði tað, og í fyrraárið var eg á B36 liðnum, sum tapti FM finaluna í Gundadali ímóti júst KÍ. Vit hava lagt nógv fyri í ár, og kenslan er góð, at tað eydnaðist at vinna FM, sigur Árni Frederiksberg við Trónd Arge í FM1, og hann heldur fram:
-Vit høvdu fund við fysiska venjaran í gjárkvøldið, og hon segði okkum, at um eina viku fara vit undir fysiski fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.
Og tá er málið, at endurvinna FM?
-Málið verður at endurvinna FM og at standa okkum betur í tí, sum vit ikki stóðu okkum so væl í ár. Tá hugsa vit um steypakappingina, har NSÍ beinanvegin varpaði okkum úr kappingini, og tá hugsa vit um Europa, har vit ætla okkum at røkka í bólkaspæl næsta summar, sigur Árni Frederiksberg.