Stevnir Tórs­havnar komm­unu eft­ir nær­um tveim­um milliónum

Sp/f Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum í endurgjaldi fyri mista inntøku, eftir at felagið hevði vunnið útboð um eitt vælveruøki í Álakeri, men seinni misti møguleikan.

Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum í endurgjaldi. Málið stavar frá einum útboði um vælveruvirksemi í Álakeri í Havn

Sp/f Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum í endurgjaldi fyri mista inntøku, eftir at felagið sambært metingini hjá umsitingini vann eitt útboð um eitt vælveruøki í Álakeri, men seinni misti møguleikan.

Tað skrivar Kringvarpið, sum hevur fingið innlit í skjøl í málinum.

Málið snýr seg um eitt útboð, sum Tórshavnar kommuna hevði í fjør um at reka vælveruvirksemi við saunum og hitapottum á trimum ymiskum støðum í kommununi.

Sambært skjølunum, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í, varð niðurstøðan hjá umsitingini í august 2025, at felagið Saunagos við Sjógv skuldi fáa økið í Kollafirði, meðan Sauna Dypp hevði hægstu metingina og skuldi fáa økið í Álakeri.

Tekniski stjórin, havnastjórin og býararkitekturin mæltu til, at leigusáttmálar vórðu gjørdir við vinnararnar, og at málið varð sent býráðnum.

Men stutt eftir gjørdi politiski meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini eina aðra meting. Fyrst varð samtykt at taka av tilboðnum frá Saunagosi til Álaker, og seinni varð avgjørt at taka útboðið aftur og fyrireika eitt nýtt útboð.

Sambært Kringvarpinum legði Sauna Dypp sak ímóti kommununi 16. desember í fjør.

Felagið krevur 1,9 milliónir krónur í endurgjaldi fyri mista inntøku. Harumframt krevur felagið 42.750 krónur fyri útreiðslur, sum vóru brúktar til at fyrireika tilboðið.

Tórshavnar kommuna vísir kravinum aftur og krevur frídøming. Kommunan heldur uppá, at eingin bindandi avtala varð gjørd, tá býararkitekturin boðaði felagnum frá, at tað hevði fingið hægstu metingina í útbjóðingini.

Kommunan vísir eisini á, at býararkitekturin ikki hevði heimild at gera slíkar avtalur vegna kommununa.

Sauna Dypp heldur hinvegin uppá, at orðingin í útboðstilfarinum og telduposturin frá kommununi vóru at skilja sum eitt lyfti um, at vinnarin skuldi fáa leigusáttmála. Felagið vísir á, at tað í telduposti fekk boð um, at tað hevði vunnið útbjóðingina og rættin at leiga lendið í Álakeri.

Enn er ógreitt, um málið endar í rættinum, ella um partarnir fara at finna eina semju uttan fyri rættarsalin.

Kelda: Kringvarp Føroya.

 

Sauna Dypp hevur stevnt Tórshavnar kommunu eftir 1,9 milliónum krónum í endurgjaldi. Málið stavar frá einum útboði um vælveruvirksemi í Álakeri í Havn