London Symphony Orchestra framførir føroyskt tónleikaævintýr

Komandi ár hevur London Symphony Orchestra eitt føroyskt tónleikaævintýr á skránni

Komandi ár hevur London Symphony Orchestra eitt føroyskt tónleikaævintýr á skránni, talan er um Veiða Vind.

 

 

Tað er Rakel Helmsdal, sum hevur skrivað Veiða Vind, Kári Bæk hevur lagt tónleik til, og Janus á Húsagarði hevur tekna til ævintýrið. 

 

 

Føroya Symfoniorkestur hevur áður framført leikin, og er hann eisini framførdur í Íslandi.

 

Kári Bæk sigur, at tað er hollendski fagottleikarin Joost Bostjik úr London Symphony Orchestra, sum hevur skotið verki upp fyri tónleikanevndini hjá Bretska symfoniorkestrinum. 

 

 

 

Joost Bostjik hevur føroyskan unnusta, hann hevur samstarva við Føroya Symfoniorkestur og hevur framført í Føroyum áður. 

 

 

 

London Symphony Orchestra framførir tónleikaævintýrið Veiða Vind 27 januar 2019 og 4 mars 2019. 

 

Meira fæst at vita um tiltakið her: 

http://www.listaportal.com/tidindi/2018/10/15/london-symphony-orchestra-framfrir-froyskt-tnleikavintr