Longd fyrningarfreist kann skaða løgmann

Fremsta orsøkin fyri, at løgmaður ikki longu nú hevur fingið eitt misálit tykist vera, at tingmenn í samgonguni eru ræddir fyri, at so rýkur bankamálið endaliga á gólvið. Verður fyrningarfreistin longd, ja so tykist støðan vera ein heilt onnur?

Hóast at kalla øll tingfólk í størru flokkunum uttan tann vongurin í Sambandsflokkinum, sum stuðlar løgmanni, hava seinastu dagarnar havt á orði, at løgmaður eigur ikki at vera leiðari fyri samráðingunum við danir, so verður neyvan nakað misálit móti løgmanni lagt fyri tingið.

Hetta kann tó broytast, um løgmaður fær donsku stjórnina at leingja fyrningarfreistina.

Partamaðurin hjá Edmundi Joensen, Bjørn á Heygum, hevur beinleiðis sagt, at løgmaður er óútrokniligur. Kortini velur Bjørn at vera parlamentariskt grundarlag undir einum manni, hann heldur vera óútrokniligan.

Um hetta sigur Bjørn á Heygum.

? Fær løgmaður eitt misálit nú, so verður landsstýrið handlingslammað og kann ikki taka týðandi politiskar avgerðir. Og harvið kann bankamálið fara upp aftur meira av sporinum. Fyri mær er ongin ivi um, at vit føroyingar gerast veikari fyri hvønn dag sum gongur. Av somu orsøk haldi eg tað vera sera óheppið, at løgmaður skrivaði út nýval á tann hátt hann gjørdi.

? Nú mugu vit so bara bíða eftir og vita, um fyrningarfreistin verður longd.

Verður hon longd, fert tú so at taka undir við einum misáliti móti løgmanni?

? Tað veit eg ikki, Men tá verður støðan ið hvussu er ein onnur.


Umboðini fyri flokkarnar á tingi eru ikki samd um, um løgmaður er?fullgóður?