Longri enn til deyðin okkum skilir

? Hvør kykna í mínum kroppi skríggjaði, at hetta er ikki satt, soleiðis lýsir Pauli Danielsen kensluna, tá kona hansara doyði av bróstkrabba fyri seks árum síðani. Hann sat einsamallur eftir við tvey ára gomlu dótrini

Tú missir títt grundarlag, og allar framtíðarætlanirnar hvørva í mjørkanum. Soleiðis lýsir Pauli Danielsen tað at missa sín hjúnarfelaga. Kona hansara, Charlotte Danielsen, fekk í apríl mánaði 1996 staðfest bróstkrabba, og í januar árið eftir doyði hon av krabbameini í heilanum.
Pauli Danielsen flutti úr Føroyum til Danmarkar í 1985. Hann fór á maskinmeistaraskúla í Svendborg á Fjóni, og tað var eisini har hann møtti Charlotte. Tá Pauli var liðugur í skúlanum, búsettu tey seg í Vejle. Og jólaaftan 1994 fingu tey dóttrina, Thea.

Illgrunin
Hvørki Pauli ella Charlotte høvdu illgruna um, at tað var krabbamein talan var um. Charlotte hevði pínu í rygginum, og fór tí í røntkuna á Vejle sjúkrahúsið. Tað var ikki fyrr enn læknin fór at kanna hana fyri knykil í bróstunum, at tey byrjaðu at hugsa um, at tað møguliga var nakað heilt annað galið, tí tað hevði í teirra verð, jú onki við pínu í rygginum at gera.
Læknin fann ein knykil í tí eina bróstinum. Charlotte var tí send aftur á sjúkrahúsið, har ein biopsiroynd (vevsroynd), skuldi takast, fyri at finna útav, um tað var krabbamein ella ikki. Parið varð sent heim við boðum um, at fyrireika seg uppá, at tað var krabbamein.
? Tá breyt verðin saman. Tú kanst ikki fyrireika teg uppá, at tað er krabbamein. Tú fært so nógvar tankar í høvdið, sum eru so torførir at stýra, sigur Pauli. Hann leggur afturat, at tey royndu at vera rationel, men tá alt kemur til alt, so eru kenslur órationellar.
? Alt tað, sum læknin segði, varð vent og snarað so ofta, at til endans mintist hvørgin av okkum, hvat tað var hann hevði sagt. Alt mól rundanum "hvat nú um".

Staðfestingin
Pauli sigur, at tíðin frá at royndin var tikin til dagin, tey skuldu fáa úrslitið at vita, var ræðuliga long. Alt lívið varð sett í eina bíðistøðu.
-? Vit búðu í eini leigiíbúð tá, og vit høvdu verið og hugt eftir húsum, sum vit kundu keypa. Allar tær ætlanirnar hvurvu brádliga í mjørkanum. Og at missa sítt grundarlag er eitt ræðuligt upplivilsi.
Dagurin, úrslitið var klárt, er framvegis týðiligur í minninum hjá Paula:
Læknin kom inn, og segði, at tað var krabbamein, og at Charlotte skuldi til viðgerðar skjótast gjørligt. Hann segði onki um, hvat fyri viðgerð talan var um, ella hvørjir møguleikarnir vóru fyri, at Charlotte kundi gerast frísk.
? Eg gjørdist illur, tí eitt var at tað var krabbamein, men ongir møguleikar vóru lagdir fyri okkum. Hvat inniber tað? Alt var lagt upp til gitingar, og tað dugir ongin av okkum nakað serliga væl, minnist Pauli.

Sjúkugongd
Eftir at Charlotte hevði fingið staðfest krabbamein, fekk Pauli farloyvi frá reiðarínum, hann sigldi fyri, so hann kundi vera heima hjá henni.
? Tað var ein ókend støða fyri meg, at ikki kunna gera nakað ítøkiligt. Niðurbrótandi og ørkymlandi. Eg hevði ongar royndir, eg kundi gera mær dælt av. Og tann kunnleikin ein hevði til krabbamein var tíverri ikki so positivur.
Fyrstu langu tíðina gekk tað bara afturá hjá Charlotte. Hon fekk fyrst geislaviðgerð fyri ryggpínuna, og síðani byrjaði hon uppá kemoterapi. Læknarnir søgdu við hana, at hon skuldi fyrireika seg uppá, at hon helst ongantíð kom at ganga aftur.
? Fyri okkum var sjúkan ein forðing á vegnum, sum vit skuldu vinna á fyri at koma víðari. Vit góvu ikki upp. So deyðin var ikki í myndini tá.

Giftust á sjúkrahúsinum
Charlotte var til geislaviðgerðir nakrar ferðir, áðrenn hon fór undir kemoterapi. Eftirrákini av viðgerðunum gjørdu eisini, at hon spýði uttan tamarhald.
So fyri at fáa eitt ljóspunkt inn í tað keðiligu tíðina á sjúkrahúsinum, fríggjaði Pauli til Charlotte.
Tann 1. juni 1996 vórðu tey so gift - á sjúkrahúsinum.
Og so byrjaði tað at ganga framá. Læknarnir funnu ongar krabbameinskyknur í kroppinum, og Charlotte varð útskrivað. Pauli fór aftur út at sigla, og alt sá ljósari út. Charlotte helt tó fram við at ganga til kanningar og viðgerðar á sjúkrahúsinum.
Í desember mánaði 1996 kom Pauli heim frá einum túri at halda jól saman við familjuni. Jólini og nýttárið vórðu hildin friðarliga heima, men tann 4. januar fór Charlotte í song við ringari høvuðpínu. Og dagin eftir sá Pauli, at nú var aftur galið.
Sjúkrabilurin kom eftir Charlotte, tí hon hevði tað so ringt, at hon ikki fekk flutt seg sjálv. Tað vísti seg, at krabbameinið hevði spreitt seg til heilan.

Stríðið endar
? Eg var aftur ørkymlaður. Men eg hevði ikki givið upp. Hasum fáa teir uttan iva skil á, hugsaði eg. Eg trúði uppá tað. So heilt til tað gjørdist heilt kritiskt gav eg mær ikki tíð at trúgva annað enn, at tað fór at ganga. Kanska var tað sjálvsnoktan, sigur Pauli.
? Men eg hevði kanska góðtikið, at hon ikki gjørdist so gomul orsakað av sjúkuni, men tað skuldi ikki vera nú.
Sum dagarnir gingu, gjørdist tað alt torførari at fáa samband við Charlotte. Og Pauli sá eisini á henni, at stríðsandin var ikki tann sami sum fyrru ferðina.
Tann 18. januar fór hon í kom og tveir tímar seinni dróg hon andan fyri seinastu ferð.
? Hvør kykna í mínum kroppi skríggjaði, at hetta er ikki satt. Hetta er hendir ikki. Tú hevur ilt við at sleppa løtuni. Og tá tú sleppur løtuni, so hevur tú góðtikið, at hetta var tað.
Soleiðis kendist tað fyri Paula, tá hansara elskaða tapti bardagan móti krabbameininum.

Hálvt ár heima
Dagarnar eftir Charlotte doyði tók Pauli allar tær praktisku uppgávurnar uppá seg. At finna ein prest og eina kirkju og so framvegis. Men tað vóru nakrar uppgávur hann ikki megnaði.
? At skriva eina deyðslýsing til bløðini. Tað kláraði eg ikki. Og eg kláraði heldur ikki at ringja til reiðaríið og siga, at eg ikki kom aftur til arbeiðis.
Dóttirin, Thea, var bert tvey ára gomul, tá hon misti mammuna, so hon skilti ikki støðuna. Pauli sá heldur ikki á henni, at mamman ikki var har longur. Tað kom ikki til sjóndar fyrr enn nøkur ár seinni, tá hon hoyrdi børn í grannalagnum rópa á mammu sína.
? Thea byrjaði tí eisini at kalla aðrar konur fyri mammu. Hugtakið "mamma" skilti hon ikki tá.
Í eitt hálvt ár helt Pauli seg fyri tað mesta heima. Hann tók sær av dóttrini, koyrdi hana í barnagarð og fór aftur eftir henni. Gerandisdagurin gekk sína gongd.
- Næturnar gjørdust mín fíggindi. Tá komu allir tankarnir fram um alt tað, vit ikki náddu. Í langa tíð aftaná var tað helst beiskleikin yvir at hava mist alt mítt lív. Og tann beiskleikin er burturmatandi, greiðir Pauli frá.
Sum tíðin gekk byrjaði Pauli at hyggja frameftir, og út ímóti sumri 1997 søkti hann sær arbeiðið á Arbeiðseftirlitinum, sum hann fekk.

Jólini ein plága
Fyrstu árini eftir at Charlotte var deyð, vóru jólini ein plága fyri Paula.
? Tað var ikki tað, at eg sat einsamallur eftir við dótrini, men meira tað, at vit kláraðu at fáa okkara síðstu jól saman, og so var tað yvirstaðið.
Men í ár 2000 hitti Pauli, Annu, sum búði í Keypmannahavn. Hon flutti skjótt inn til hansara í Vejle, men tey gomlu minnini og tað gamla umhvørvið gjørdist ov nógv fyri tey, so tey valdu at keypa eini hús, har tey kundu byrja av nýggjum.
Pauli viðurkennir, at hann hevði nógv fyrivarni við at byrja eitt nýtt forhold.
? Eg lat altíð eina bakhurð standa á glopp soleiðis, at eg altíð kundi koma úr tí aftur, um tað byrjaði at ganga galið. Og á tann hátt gevur tú teg ongantíð fult. Tú gevur teg bert 70-80 prosent.
Men hann leggur afturat, at alt hevur gingið yvir allar væntanir, og í juli mánaði í ár fingu tey sonin Dávid.
? Vit hava sjálvandi eisini tosað um at giftast, men tað er framvegis okkurt, ið bremsar mær. So tann dagin presturin segði "til deyðin tykkum skilir", er ov stutt. Tað er meira enn so.
Pauli vil sjálvur siga, at hann er komin víðari. Men hann hevur sítt viðføri við sær, og tað vil hann heldur ikki siga frá sær. Hann gongur eisini framvegis við giftiringinum.
? Eg havi onga skilagóða ella haldgóða frágreiðing um, hví tað er so. Hetta er ein partur av mínum viðføri. Ein dag fari eg at taka ringin av, men tann dagurin er bara ikki komin enn.