Hoyr longri samrøður við Bjartalíð og Mikkjal

Poddkasturin hjá Fredrikstad Blad hevur gjørt longri samrøður við Jóannes Bjartalíð og Mikkjal Thomassen

Millum mest fótbóltsøru býirnar í Noregi er Fredrikstad. Tað merkist í býnum, at fólk í býnum gleða seg til eitt komandi kappingarár í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Stóri miðilin í býnum, Fredrikstad Blad ger nógv burturúr, og millum tilboðini Fredrikstad Blad hevur til sínar brúkarar er ein vælumtóktur poddkastur tey nevna: "Fotballmagasinet".

 

Tvær tær seinastu ferðirnar hava føroyingar verið gestir hjá Fotballmagasinet. 

 

Fredrikstad Blad hevur fólk niðri í Algarve í Portugal fyri at fylgja gongdini hjá Fredrikstad FK í Atlantic Cup, og fyrradagin var høvuðsvenjarin, Mikkjal Thomassen gestur hjá Fotballmagasinet.

 

HER  ber til at hoyra poddkastin við Mikkjali Thomassen, ið slær fast í samrøðuni, at hann er ongantíð nøgdur. 

 

Ígjár var ársins spælari hjá Fredrikstad FK, Jóannes Bjartalíð gestur hjá Fotballmagasinet.

 

HER  ber til at hoyra poddkastin við Jóannesi Bjartalíð, ið m.a. nam við tungu byrjanina í fjør, og so tann stóra upptúrin í seinnu helvt av kappingini.