Flokkarnir, sum nú sita í andstøðu í Løgtinginum, vilja ikki lata broytingarnar, sum vórðu gjørdar í hjúnabandslógini í fjør, fara afturvið borðinum.
Løgtingið samtykti í fjør at broyta hjúnabandslógina so at samkynd kunnu giftast, men nú hevur Miðflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at hava fólkaatkvøðu um málið. Og í gjár viðgjørdi Løgtingið eitt uppskot frá Miðflokkinum um at halda fólkaatkvøðu um broytingarnar, sum loyva samkyndum at giftast.
Uppskotið um at halda fólkaatkvøðu um samkynd hjúnalag, fekk lunkaða móttøku í Løgtinginum. Sum væntað tekur samgongan ikki undir við uppskotinum um fólkaatkvøðu. Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, staðfesti, at málið er avgreitt, og hon heldur, at tað vildi verið burtur úr vón og viti at tikið rættindini at giftast, frá aftur samkyndum,
Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, og Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vísa á, at løgtingslimir eru valdir at taka støðu og tað skulu tey gera, heldur enn alla tíðina at telja atkvøður.
Og Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, heldur ikki, at borgarlig rættindini hjá einum minniluta er ikki eitt mál, tað er hóskandi at hava fólkaatkvøðu um, og Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna uttanfloks, sigur, at vit skulu ikki hava fólkaatkvøðu um mannarættindini, tí tey eru ómissandi og eiga ikki at verða vigað á eini fólkaatkvøðu
Men heldur ikki Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, varð so heitur fyri eini fólkaatkvøðu, tí hann heldur, at nú er hetta farið. Tað er hvørki veruleikakent, ella logiskt, at taka rættindi frá fólki, sum tey hava fingið, og tað eri eg sinnaður at boyggja meg fyri, sigur hann.
Hinvegin helt floksfelagi hansara, Magnus Rasmussen, at vit kunnu akkurát tað sama hava fólkaatkvøðu nú, fyri at fáa málið endaliga avgreitt, tí annars fer tað at verða drigið fram annaðhvørt ár.
Men tinglimir úr andstøðuni, gjørdu samstundis greitt, at fyrsta høvið í býðst, fer lógin um at loyva samkyndum at giftast, at verða avtikin aftur.
Og teir gjørdu samstundis greitt, at tey ætla ikki at sleppa málinum. Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, ger greitt, at málið verður ikki slept fyri tað at ein tepur meiriluti í Løgtinginum hevur samtykt at loyva samkyndum at giftast.
Í andstøðini seta tey sítt álit á, at flokkarnir, sum nú sita í andstøðu, fáa meirilutan eftir næsta Løgtingsval, og sostatt fáa skipað samgongu. Og hendir tað eru dagarnir hjá samkyndum hjúnalagi, taldir.
– Fáa vit høvi til at avtaka lógina, er ongin ivi í mínari sál, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin. Men minsta kravið má vera, at tað verður fólkaatkvøða um tað, leggur hon afturat.
Og floksfelagi hennara, Jógvan á Lakjuni, staðfestur stutt, at tað skal ikki standa á.
Í uppskotinum um at halda fólkaatkvøðu, leggur Miðflokkin kortini dent á verður lógin avtikin, skulu tey samkyndu hjún, sum longu eru gift, ikki missa sína støðu sum hjún.