Vinnumálaráðið sendi bæði advokatar og dómara niðan í Kringvarpið at steðga tíðindum, sum Kringvarpið ætlaði at bera í Degi og Viku í gjárkvøldið. Tíðindi vóru um loyniligan fund, sum landsstýri hevur havt við kinesiska sendiharran í Keypmannahavn.
Sum Sosialurin hevur skrivað seinastu dagarnar, so er stórpolitikkur komin upp í málið um tøkni, sum Føroya Tele hevur í umbúna at keypa frá kinesiska telerisanum Huawei. Donald Trump hevur sent ambassadørin í Keypmannahavn út í miðlarnar, bæði í Danmark, men eisini í Føroyum – í Sosialinum um vikuskiftið, roynir Carla Sands, amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, at ávirka ella rættari at forskrekkja føroyingar frá at keypa kinesisku útgerðina.
– Tit fara at arbeiða undir kommunista-treytum, gera tað, sigur hon millum annað.
Kringvarpið veit, hvat er sagt á fundinum millum kinesiska sendiharran og Bárð Nielsen, løgmann, og Jørgen Niclasen, landsstýrisann.
– Tað, sum sagt er, hevur so stóran týdning, at tað eigur Føroya fólk at fáa at vita, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvaprinum.
Men hesi sera viðkomandi tíðindi fyri føroyingar sleppur Kringvarpið og heldur eingin annar at bera, í øllum førum ikki fyrr enn mánakvøldið komandi klokkan 18:40, tí tá fer fútabannið úr gildi, um ikki Vinnumálaráðið tá hevur stevnt Kringvarpinum fyri rættin.
Og ger Vinnumálaráðið tað, so vinnur landsstýrið sær tíð. Tí rættarskipanin arbeiðir ikki skjótt. Tá stevning er komin inn, verður fyrst skrivað aftur og fram millum partarnar, áðrenn málið verður sett á skrá í rættinum, og tað kann taka nakrar mánaðir, áðrenn rættarfundur verður. Eitt gott boð er, at ein avgerð so kann fella einaferð í vár.

Loyndarmálið hjá landsstýrinum skal roynast í rættinum

