Av teimum 169, sum stillaðu upp til løgtingsvalið hesaferð, hava 12 teirra skift flokk síðani løgtingsvalið í 2011.
Tó kann ikki sigast, at teimum hevur hilnast væl. Eingin av teimum 12 eru í nýggja løgtinginum, sum varð mannað í gjárkvøldið.
Tveir løgtingslimir høvdu skift flokk síðani seinast, nevniliga Janus Rein og Gerhard Lognberg. Janus Rein vann sær 21 atkvøður fleiri enn seinasta val, men afturgongdin hjá Fólkaflokkinum ger, at hóast hann endaði nummar átta á listanum, verður neyvan talan um nakran løgtingssess hesa tingsetuna. Kanska sleppur hann at taka sæti sum varamaður onkra einstaka ferðina.
Gerhard Lognberg misti 62 atkvøður í mun til seinasta val. Hann er eisini nummar átta, men Sambandsflokkurin hevur einans seks tinglimir, eins og Fólkaflokkurin, og tí verður talan mestur um onkran einstakan túr í løgtingið sum varamaður.
Kristianna Winther Poulsen endaði nummar 12 á Javnaðarlistanum og um Javnaðarflokkurin skuldi farið í landsstýri kann hugsast, at hon tekur sæti á tingi sum fastur eykavaldur tinglimur.
Tey 12 eru:
Janus Rein, úr Framsókn í Fólkaflokkin.
Gerhard Lognberg, úr Javnaðarflokkinum í Sambandsflokkin.
Vinjard Johansen, úr Miðflokkinum í Sambandsflokkin.
Kristianna Winther Poulsen, úr Sjálvstýrisflokkinum í Javnaðarflokkin.
Teitur Vágadal, úr Sjálvstýrisflokkinum í Javnaðarflokkin.
Zacharias Wang, úr Tjóðveldi og Uttanflokkalista í Nýtt Sjálvstýri.
Bjørn á Heygum, úr Sambandsflokkinum í Nýtt Sjálvstýri
Sonni á Horni, úr Nýggjum Sjálvstýri í Tjóðveldi.
Pauli T. Petersen, úr Fólkaflokkinum í Tjóðveldi.
Birita á Løgmansbø Bláhamar, úr Framsókn í Tjóðveldi.
Karl A. Olsen, úr Sjálvstýrisflokkinum í Framsókn.
Jákup Suni Lauritsen, úr Sambandsflokkinum í Miðflokkin.